Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
22. september 1982 Nr. 97
Kunngerð um veiðu eftir hummara á landleiðini, sum seinast broytt við kunngerð nr. 82 frá 2. september 1987
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinri broytingum um fiskiveiðu á landleiðini hevur landsstýrið saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1 Veiða við troli eftir hummara (Nephrops norvegicus) er ikki loyvd
Veiða við troli eftir hummara (Nephrops norvegicus) er ikki loyvd. 2. stk. Veiða við teinum (rúsum) eftir hummara er treytað av skrivligum loyvi frá landsstýrinum (Fiskivinnustovuni). Í loyvinum verða gjøllari reglur ásettar fyri fiskiskapin.
§ 2 Hummari styttri enn 15 cm, máldur ytst úr pannuhorninum og ytst á halafjøðurina, og hummarar við…
Hummari styttri enn 15 cm, máldur ytst úr pannuhorninum og ytst á halafjøðurina, og hummarar við rognum skulu beinanvegin sleppast út aftur.
§ 3 1) 2) Tað er ikki loyvt at nýta teinar (rúsur) við smærri meskum enn 22,5 mm X 35 mm (mált innan)
1) 2) Tað er ikki loyvt at nýta teinar (rúsur) við smærri meskum enn 22,5 mm X 35 mm (mált innan). 2. stk. Endaboyurnar (ella annað hóskandi flot) skulu vera merktar við bátsnummari við skilligum stavum og tølum. 3. stk. Ikki er loyvt at seta teinur (rúsur) niður yvir, har aðrar teinur (rúsur) frammanundan standa. 4. stk. Landsstýrið kann inntil 1. oktober 1983 geva undantaksloyvi smbr. 1. stk. 5. stk. 3) Tað er ikki loyvt at nýta hummarateinar (rúsur) uttanfyri ta loyvdu tíðina fyri hummaraveiðu.
§ 4 Gjølliga útfyltur uppgávuseðil verður at senda veiðuhagtalsstovuni seinast 1 viku eftir…
Gjølliga útfyltur uppgávuseðil verður at senda veiðuhagtalsstovuni seinast 1 viku eftir mánaðarlok. Uppgávuseðlarnir eru partar av og verða latnir samstundis við veiðuloyvinum.
§ 5 Brot móti ásetanum í hesi kunngerð og í veiðuloyvi koma undir bót. Haraftrat kann veiðuloyvið…
Brot móti ásetanum í hesi kunngerð og í veiðuloyvi koma undir bót. Haraftrat kann veiðuloyvið verða afturtikið, og allur fiskireiðskapur og fongur kunnu koma undir konfiskatión. Skip ella bátur kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 1982, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 27.…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 1982, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 27. august 1980. 1) Broytt við kunngerð nr. 23 frá 26. mars 1984. 2) Broytt við kunngerð nr. 5 frá 26. januar 1984. 3) Broytt við kunngerð nr. 82 frá 2. september 1987.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.