Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. januar 1984 Nr. 5
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir hummara á landleiðini
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinri broytingum um fiskiveiðu á landleiðini, hevur landsstýrið saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1 Í kunngerð nr. 97 frá 22. september 1982 um veiðu eftir hummara á landleiðini verður § 3, 1. stk.…
Í kunngerð nr. 97 frá 22. september 1982 um veiðu eftir hummara á landleiðini verður § 3, 1. stk. broytt til: »Tað er ikki loyvt at nýta teinar (rúsur) við smærri meskum enn 24 mm x 36 mm « og § 3, 2. stk. broytt til: »endaboyurnar (ella annað hóskandi flot) skulu vera merktar við bátsnummari við skilligum stavum og tølum«.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin
Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. FØROYA LANDSSTÝRI, 26. januar 1984 Anfinn Kallsberg landsstýrismaður / Julianna Klett
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.