Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. desember 2004 Nr. 93
Kunngerð um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð
Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 21. desember 2001 verður ásett:
§ 1 Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30–08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og…
Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30–08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og halgidagar er avgreiðslu-gjaldið 300,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær í § 6, stk. 2 í kunngerð nr. 21. frá 7. mars 1996 um tolleftirlit nevndu havnir, skulu umframt avgreiðslugjald eftir stk. 1, rinda fyri hvørt tolleftirlitsfólkið tíma og dagpening og koyripening sambært avtaluna millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálastýrið. Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal rinda tær útreiðslur, sum avgreiðslan hevur við sær.
§ 2 Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00–08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og…
Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00–08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og halgidagar, er avgreiðslugjaldið 300,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.
§ 3 Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30–08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og…
Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30–08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og halgidagar, skal fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan rindast avgreiðslugjald upp á 300,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan.
§ 4 Tollvakt fyri skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Gjaldið er 300,00…
Tollvakt fyri skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Gjaldið er 300,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr.…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 65 frá 31. mai 2002 um tænastugjøld uttanfyri avgreiðslutíð. Fíggjarmálaráðið, 21. desember 2004 Bárður Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.