Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

31. mai 2002 Nr. 65

Kunngerð um tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð

Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2002 verður ásett:

§ 1 Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30 – 08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og…

Fyri avgreiðslur av skipum millum kl. 16:30 – 08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og halgidagar er avgreiðslugjaldið 250,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Stk. 2. Skip, sum kemur til aðra havn enn tær í § 6, stk. 2 í kunngerð nr. 21. frá 7. mars 1996 um tolleftirlit nevndu havnir, skulu umframt avgreiðslugjald eftir stk. 1, rinda fyri hvørt tolleftirlitsfólkið tíma- og dagpening og koyripening sambært avtaluna millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálastýrið. Stk. 3. Skip, sum ikki kemur at bryggju, skal rinda tær útreiðslur, sum avgreiðslan hevur við sær.

§ 2 Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00 – 08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og…

Fyri avgreiðslur av flogførum millum kl. 18:00 – 08:00 mánadag til leygardag og sunnu- og halgidagar, er avgreiðslugjaldið 250,00 kr. um tíman fyri hvørt tolleftirlitsfólkið. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.

§ 3 Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30 – 08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og…

Fyri aðrar avgreiðslur millum kl. 16:30 – 08:00 mánadag til fríggjadag, leygardag, sunnu- og halgidagar, skal fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan rindast avgreiðslugjald upp á 250,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvønn inn- ella útflytara ella annan avgjaldsskyldugan.

§ 4 Tollvakt fyri skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Gjaldið er 250,00…

Tollvakt fyri skip ella flogfar skal skipið ella flogfarið rinda kostnaðin av. Gjaldið er 250,00 kr. um tíman. Minsta gjaldið er fyri 2 tímar fyri hvørt tolleftirlitsfólkið.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr.…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 93 frá 19. november 1999 um tænastugjøld uttanfyri avgreiðslutíð. Fíggjarmálastýrið, 31. mai 2002 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð · innanhýsis
Áður galdandi · 21. desember 2004
Avtøkur
tænastugjøld uttan fyri avgreiðslutíð · innanhýsis
Áður galdandi · 19. november 1999

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙