Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. oktober 2006 Nr. 93

Kunngerð um broyting í kunngerð um afturgjaldsskyldu viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað

§ 1 Í kunngerð nr. 43 frá 24. mars 1993 um afturgjaldsskyldu viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað…

Í kunngerð nr. 43 frá 24. mars 1993 um afturgjaldsskyldu viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað verða gjørdar hesar broytingar: 1) Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 24, stk. 1, nr. 3 og § 24, stk. 5, 3. pkt. í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg” (forsorgarlógini), jbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005 og § 12, stk. 8 í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 2005, verður ásett:” 2) Í § 1, stk. 1, 3. pkt. verður “fólka- og avlamispensjónslógunum“ broytt til “almannapensjónslógini”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið, 17. oktober 2006 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙