Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. mars 1993 Nr. 43

Kunngerð um afturgjaldsskyldu viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað, sum seinast broytt við kunngerð nr. 93 frá 17. oktober 2006

1) Við heimild í § 24, stk. 1, nr. 3 og § 24, stk. 5, 3. pkt. í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg” (forsorgarlógini), jbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005 og § 12, stk. 8 í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 2005, verður ásett:

§ 1 1) Almannastovan kann í serligum førum veita hjálp við afturgjaldsskyldu til aðrar útreiðslur…

1) Almannastovan kann í serligum førum veita hjálp við afturgjaldsskyldu til aðrar útreiðslur viðvíkjandi egnum bústaði, enn tann partin av terminsgjaldinum, ið stavar frá avdráttum. Við egnan bústað er at skilja bústaður, sum umsøkjarin sambært tingbókini eigur. Um so er, at stuðulin verður veittur sum persónligt ískoyti eftir almannapensjónslógini, fevnir stuðulin um allar útreiðslur viðvíkjandi egnum bústaði. Stk. 2. 2) Framhaldandi stuðul til rentupartin av terminsgjøldum verður veittur uttan afturgjaldsskyldu. Annar stuðul til rindan av rentuútreiðslum kann veitast uttan afturgjaldsskyldu.

§ 2 Um so er, at Almannastovan heldur tað verða neyðugt at tryggja, at eitt hótt húski verður verandi…

Um so er, at Almannastovan heldur tað verða neyðugt at tryggja, at eitt hótt húski verður verandi í egnum heimi, kann afturgjaldsskyldugur stuðul verða veittur til skuldarábót.

§ 3 Afturgjaldsskyldugur stuðul til egnan bústað verður veittur sum lán til ognin skiftir eigara

Afturgjaldsskyldugur stuðul til egnan bústað verður veittur sum lán til ognin skiftir eigara.

§ 4 Í metingini um stuðul kann verða veittur í tí einstaka førinum, eigur at verða tikin við, um tað…

Í metingini um stuðul kann verða veittur í tí einstaka førinum, eigur at verða tikin við, um tað av persónligum ella familjuligum orsøkum verður mett neyðugt ella ráðiligt, at umsøkjarin og møguliga familja hansara framhaldandi ella í einum fyribils tíðarskeiði kunnu verða búgvandi í egnum bústaði, og um stuðulin fer at hava við sær ein ynskiligan bata av íbúðarligu viðurskiftunum.

§ 5 Ásetingin kann t.d. fevna um einsamallar uppihaldarar, persónar, sum ikki eru í arbeiði vegna…

Ásetingin kann t.d. fevna um einsamallar uppihaldarar, persónar, sum ikki eru í arbeiði vegna sjúku, arbeiðsleys ella onnur, sum orsaka av vánaligum fíggjarligum viðurskiftum varandi ella fyribils ikki eru før fyri at gjalda neyðugar útreiðslur til egnan bústað. Harumframt kann ásetingin tryggja, at hótt børn hjá fíggjarliga tyngdum foreldrum vaksa upp undir tryggum íbúðarligum korum. At enda kann ásetingin nýtast í førum, har ynskjandi er, at eldri ella brekað kunna vera búgvandi longst møguligt í egnum heimi.

§ 6 Av útreiðslum, ið kunnu gjaldast sum stuðul til egnan bústað, kunnu nevnast rentur og viðvíkjandi…

Av útreiðslum, ið kunnu gjaldast sum stuðul til egnan bústað, kunnu nevnast rentur og viðvíkjandi pensiónistum harumframt avdráttir av lánum í egnum bústaði, umbyggingar, afturatbyggingar, innleggingar fyri brekað, innleggingar av miðstøðuhita, innleggingar av vatni og ravmagni og líknandi.

§ 7 Almannastovan ásetur nærri reglur um, hvussu skuldin á láni í egnum bústaði verður afturgoldin,…

Almannastovan ásetur nærri reglur um, hvussu skuldin á láni í egnum bústaði verður afturgoldin, umframt heilt ella lutvíst rentu/avdráttarfrælsi.

§ 8 Kunning um afturgjaldsskylduna og grundgevingina fyri henni skal verða givin samstundis við, at…

Kunning um afturgjaldsskylduna og grundgevingina fyri henni skal verða givin samstundis við, at hjálpin verður veitt.

§ 9 Afturgjaldsskyldugar veitingar til egnan bústað skulu tryggjast við tinglýsing av fráboðanum um…

Afturgjaldsskyldugar veitingar til egnan bústað skulu tryggjast við tinglýsing av fráboðanum um hetta sum skuldbinding í føstu ognini við upprykkjandi veðrætti eftir frammanfyri standandi veðhavarar ella við tinglýsing av skaðaloysisbrævi.

§ 10 Almannastovan kann gera av, at skuldin ikki fellur til gjaldingar í sambandi við eigaraskifti.…

Almannastovan kann gera av, at skuldin ikki fellur til gjaldingar í sambandi við eigaraskifti. Tað er ikki eigaraskifti, tá longstlivandi hjúnafelagin situr í óskiftum búgvi. Undantaksreglan umfatar bæði húsfólk og aðrar eigarar av teirri føstu ognini.

§ 11 Tað eigur at verða tikið við í metingini av, um undantaksreglan kann verða nýtt, um kravið um at…

Tað eigur at verða tikið við í metingini av, um undantaksreglan kann verða nýtt, um kravið um at alt lánið skal gjaldast beinanvegin, fer at føra við sær óhóskandi fíggjarligar avleiðingar fyri nýggja eigaran og hansara møguliga húski. Harafturat eigur at takast við í umhugsanini, um Almannastovan við eini heildarmetan kemur til, at tey familjuligu og íbúðarligu viðurskiftini tala fyri, at lánið heldur fram við somu treytum. Ásetingin kann eisini verða nýtt, um so er, at tað ítøkiligt kann ávísast, at lánið ikki hevur ført við sær eina virðisøking av ognini. Hetta kann vera í tí føri, tá ið tað, sum fíggjarligi stuðulin er nýttur til, er niðurslitið.

§ 12 Almannastovan kann taka avgerð um at avskriva afturgjaldskravið, tá tað innanfyri eitt rímiligt…

Almannastovan kann taka avgerð um at avskriva afturgjaldskravið, tá tað innanfyri eitt rímiligt áramál ikki hevur verið gjørligt at fremja kravið, og tá mett verður, at fíggjarliga grundarlagið hjá skuldaranum ikki verður broytt innan fyri eitt rímiligt áramál.

§ 13 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við kunngerð nr. 93 frá 17. oktober 2006. 2) Broytt við kunngerð nr. 143 frá 21. september 1995.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙