Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. mai 2021 Nr. 89

Kunngerð um trúnað í sambandi við viðgerð av klagum um arbeiðsumstøður og liviumstøður umborð á skipum

Við heimild í § 18, stk. 4 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og § 1 í løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, verður ásett:

§ 1 Klagur um arbeiðsumstøður og liviumstøður umborð á skipum, sambært ILO sáttmála um…

Klagur um arbeiðsumstøður og liviumstøður umborð á skipum, sambært ILO sáttmála um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, kunnu leggjast fyri Sjóvinnustýrið.

§ 2 Henda kunngerð er eisini galdandi fyri útlendsk skip, ið eru stødd í føroyskari havn

Henda kunngerð er eisini galdandi fyri útlendsk skip, ið eru stødd í føroyskari havn. Stk. 2. Er talan um klagu frá einum sjófólki umborð á útlendskum skipi í føroyskari havn, skal Sjóvinnustýrið boða viðkomandi flaggstati frá klaguni.

§ 3 Í sambandi við viðgerð av klagu frá sjófólki ella fakfeløgum teirra viðvíkjandi arbeiðsumstøðum…

Í sambandi við viðgerð av klagu frá sjófólki ella fakfeløgum teirra viðvíkjandi arbeiðsumstøðum og liviumstøðum umborð, kann Sjóvinnustýrið ikki upplýsa fyri reiðaranum, arbeiðsgevaranum ella umboðsfólki teirra, hvør hevur klagað. Stk. 2. Er ein klaga grundarlagið undir eini eftirlitsvitjan umborð á avvarðandi skipi, kann Sjóvinnustýrið ikki upplýsa fyri reiðaranum, arbeiðsgevaranum ella umboðsfólki teirra, at vitjanin umborð er grundað á klaguna.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 18. juni 2013 um trúnað í sambandi við viðgerð Sjóvinnustýrsins av klagum um arbeiðs- og liviumstøður umborð á skipum. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 27. mai 2021 Helgi Abrahamsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙