Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. juni 2013 Nr. 89
Kunngerð um trúnað í sambandi við viðgerð Sjóvinnustýrisins av klagum um arbeiðs- og liviumstøður umborð á skipum
Við heimild í § 18, stk. 4 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
§ 1 Klagur, ið Sjóvinnustýrið fær frá sjófólki ella fakfeløgum teirra viðvíkjandi arbeiðs- og…
Klagur, ið Sjóvinnustýrið fær frá sjófólki ella fakfeløgum teirra viðvíkjandi arbeiðs- og liviumstøðunum umborð á skipum sambært MLC-sáttmálanum, skulu viðgerast í trúnaði, og Sjóvinnustýrið kann ikki upplýsa fyri reiðaranum, arbeiðsgevaranum ella umboðsfólki teirra, at ein eftirlitsvitjan umborð á avvarðandi skipi er orsakað av tílíkari klagu. Stk. 2. Í sambandi við viðgerð av klagu frá manningini um arbeiðs- og liviumstøðurnar umborð, kann Sjóvinnustýrið ikki upplýsa fyri reiðaranum ella umboðsfólki hansara, hvør av manningini tað er, ið hevur klagað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 20. august 2013
Henda kunngerð kemur í gildi 20. august 2013. Vinnumálaráðið, 18. juni 2013 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.