Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. oktober 2026 Nr. 87

Kunngerð um broyting í kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2026

(Strika landingarkrav fyri fiskifør, ið frysta veiðuna umborð, um at stúgva veiðu og um merking av pakningi)

§ 1 Í kunngerð nr. 35 frá 8. mai 2026 um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á…

Í kunngerð nr. 35 frá 8. mai 2026 um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2026 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 22, stk. 2, § 30, stk. 4, § 34, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2, 4, 5, 7 og 10, § 38, stk. 3, § 42 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023 og løgtingslóg nr. 49 frá 29. mai 2026, verður ásett:” 2. § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Fiskifar, ið fiskar aðrastaðni enn í føroyskum sjógvi, kann ikki fara til fiskiskap á Føroyabanka, fyrr enn veiðan, fiskað aðrastaðni enn í føroyskum sjógvi, er landað. Stk. 2. Fiskifar, ið fiskar á Føroyabanka sambært hesi kunngerð, kann ikki fara til fiskiskap aðrastaðni, fyrr enn veiðan á Føroyabanka er landað. Stk. 3. Treytin í stk. 2 um at landa veiðu á Føroyabanka, áðrenn farið verður til fiskiskap aðrastaðni, er ikki galdandi, um veiðan av Føroyabanka verður fryst umborð. Stk. 4. Øll veiða á Føroyabanka, sum verður fryst umborð, skal vera stúgvað burtur frá veiðu fiskað aðrastaðni. Allur pakningur við fiskavøru av Føroyabanka skal merkjast við navni á fiskifari, fiskileið, fiskaslagi og veiðidagfesting.” 3. § 16, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Brot á § 10, stk. 1, 2 og 4, og §§ 11, 14 og 15 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, ið ikki fylgir boðum sambært § 13 ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 12.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 16. oktober 2026 Bárður á Steig Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙