Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Kunngerðin ásetir tíðaravmarkaða serskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski við línu, tráðu, snøri…§ 2Í hesi kunngerð er Føroyabanki leiðirnar innan fyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi støð í…§ 3Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 18, stk. 1, nr. 2…§ 4Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4, sambært § 18, stk. 1, nr. 3…§ 5Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5…§ 6Fiskidagar verða gjørdir upp sambært § 2, nr. 10 í løgtingslógini§ 7Fiskidagar, tillutaðir fiskifari sambært § 3, kunnu fyri fiskiárið 2026 avhendast øðrum fiskifari…§ 8Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi ella…§ 9Hóast kunngerð um uppboðssølu av botnfiski, veiddur í føroyskum ella íslendskum sjógvi, skal øll…§ 10Fiskifar, ið fiskar á Føroyabanka sambært hesi kunngerð, kann ikki fara til fiskiskap aðrastaðni,…§ 11Loyvt er ikki at virka veiðu umborð. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri…§ 12Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð.…§ 13Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni§ 14Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, skal boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á…§ 15Bátar við fiskiloyvi sambært § 5 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og…§ 16Brot á §§ 10, 11, 14 og 15 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.…§ 17Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027

Lógtekstur

8. mai 2026 Nr. 35

Kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2026

Við heimild í § 22, stk. 2, § 30, stk. 4, § 34, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10, § 38, stk. 3, § 42 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Kunngerðin ásetir tíðaravmarkaða serskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski við línu, tráðu, snøri…

Kunngerðin ásetir tíðaravmarkaða serskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski við línu, tráðu, snøri ella snellu á Føroyabanka í 2026 fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, mest loyvda fiskidagatal og aðrar treytir í fiskiskapinum. Allýsing

§ 2 Í hesi kunngerð er Føroyabanki leiðirnar innan fyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi støð í…

Í hesi kunngerð er Føroyabanki leiðirnar innan fyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi støð í hesi raðfylgju: 1) 60°57'20"N - 07°57'00"V 2) 61°03'00"N - 07°57'00"V 3) 61°15'30"N - 08°16'00"V 4) 61°13'20"N - 08°42'12"V 5) 61°00'00"N - 09°11'00"V 6) 60°48'40"N - 09°25'00"V 7) 60°26'00"N - 09°08'25"V 8) 60°36'30"N - 08°45'00"V 9) 60°45'40"N - 08°37'00"V 10) 60°57'20"N - 07°57'00"V Fiskidagatal

§ 3 Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 18, stk. 1, nr. 2…

Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 18, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, kunnu royna við línu á Føroyabanka í samanlagt 40 fiskidagar frá 15. august 2025 til 31. desember 2026, báðir dagar íroknaðir. Fiskidagatalið verður býtt javnt millum talið av veiðiloyvum í bólkinum.

§ 4 Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4, sambært § 18, stk. 1, nr. 3…

Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4, sambært § 18, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini, kunnu royna við línu, snellu, snøri ella tráðu á Føroyabanka í samanlagt 135 fiskidagar í 2026. Fiskidagatalið verður býtt javnt millum talið av veiðiloyvum í bólkinum.

§ 5 Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5…

Eigarar av fiskiførum, sum í 2026 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, kunnu royna við línu, snellu, snøri ella tráðu í samanlagt 90 fiskidagar á Føroyabanka í 2026. Stk. 2. Treyt fyri at fáa fiskiloyvi sambært stk. 1 er, at avreitt er fyri 500.000 kr. ella meira í minsta lagi eitt av árunum 2023-2025. Avreiðingar av hummara, sild, makreli og brislingi verða ikki taldar við. Stk. 3. Umsókn um fiskiloyvi skal vera Vørn í hendi í seinasta lagi 18. mai 2026 kl. 12.00. Stk. 4. Fiskiskapurin verður skipaður sum felags fiskidagar við hámarki. Hámarkið fyri hvørt fiskiloyvi verður sett við at býta dagatalið í stk. 1 við talið av bátum, sum ganga undir treytirnar í stk. 2 og hava søkt um fiskiloyvi sambært stk. 3. Stk. 5. Eru líkindi fyri, at fiskidagarnir sambært stk. 1 ikki verða brúktir, kann landsstýrisfólkið við almennari fráboðan hækka ella taka burtur ásetta hámarkið í stk. 4. Uppgerð av fiskidøgum

§ 6 Fiskidagar verða gjørdir upp sambært § 2, nr. 10 í løgtingslógini

Fiskidagar verða gjørdir upp sambært § 2, nr. 10 í løgtingslógini. Avhending av fiskidøgum

§ 7 Fiskidagar, tillutaðir fiskifari sambært § 3, kunnu fyri fiskiárið 2026 avhendast øðrum fiskifari…

Fiskidagar, tillutaðir fiskifari sambært § 3, kunnu fyri fiskiárið 2026 avhendast øðrum fiskifari við fiskiloyvi sambært § 3 í lutfallinum 1:1. Stk. 2. Fiskidagar, tillutaðir fiskifari sambært § 4, kunnu fyri fiskiárið 2026 avhendast øðrum fiskifari við fiskiloyvi sambært § 4 í lutfallinum 1:1. Stk. 3. Vørn skal hava fráboðan um avhendingar av fiskidøgum. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal váttast av báðum pørtum. Áðrenn avhendir fiskidagar kunnu nýtast, skal Vørn við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at avhendingin kann fremjast, og hvussu nógvar fiskidagar móttakarin hevur ræðið á aftan á avhendingina. Fiskiloyvi

§ 8 Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi ella…

Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi ella hava fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn. Stk. 2. Sambært løgtingslóg um trygd á sjónum krevst, at fiskifør, sum fara á Føroyabanka, hava galdandi siglingarloyvi, sum eisini fevnir um Føroyabanka. Treyt um uppboðssølu

§ 9 Hóast kunngerð um uppboðssølu av botnfiski, veiddur í føroyskum ella íslendskum sjógvi, skal øll…

Hóast kunngerð um uppboðssølu av botnfiski, veiddur í føroyskum ella íslendskum sjógvi, skal øll veiða sambært hesi kunngerð seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Aðrar ásetingar

§ 10 Fiskifar, ið fiskar á Føroyabanka sambært hesi kunngerð, kann ikki fara til fiskiskap aðrastaðni,…

Fiskifar, ið fiskar á Føroyabanka sambært hesi kunngerð, kann ikki fara til fiskiskap aðrastaðni, fyrr enn veiðan á Føroyabanka er landað.

§ 11 Loyvt er ikki at virka veiðu umborð. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri…

Loyvt er ikki at virka veiðu umborð. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur, avhøvdaður, skráskorin ella stertur skorin av, sama hvussu hann er goymdur.

§ 12 Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð.…

Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.

§ 13 Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni

Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni. Stk. 2. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd. Fráboðanir

§ 14 Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, skal boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á…

Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, skal boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á heimasíðuni www.vorn.fo, ella umvegis talgilda veiðidagbók, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn.

§ 15 Bátar við fiskiloyvi sambært § 5 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og…

Bátar við fiskiloyvi sambært § 5 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og sum til einhvørja tíð kann upplýsa um knattstøðuna hjá bátinum. Farið verður fram eftir somu mannagongd og treytum, sum ásett í kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein. Revsing

§ 16 Brot á §§ 10, 11, 14 og 15 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.…

Brot á §§ 10, 11, 14 og 15 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, ið ikki fylgir boðum sambært § 13 ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 12. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð

§ 17 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027. Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 8. mai 2026 Bárður á Steig Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙