Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. juni 2013 Nr. 86

Kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá statsautoriseraðum fótterapeuti, sum broytt við kunngerð nr. 27 frá 4. apríl 2016

1) Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:

§ 1 Heilsutrygd veitir, eftir ávísing frá lækna, persónum, har sjúka hevur munandi avleiðingar í…

Heilsutrygd veitir, eftir ávísing frá lækna, persónum, har sjúka hevur munandi avleiðingar í gerandisdegnum, ískoyti til viðgerð hjá statsautoriseraðum fótterapeuti, um lækni hevur staðfest eina av fylgjandi diagnosum: 1) Diabetes mellitus. 2) Unguis incarnatus (niðurgrógvin negl), tá tørvur er fyri fótaviðgerð. 3) Arr og sárviðgerð eftir skurð- og stráluviðgerð. 4) Svára liðagikt. 5) Svárt psoriasis. 6) Svárt lymfødem. 7) Nýrasjúka, ið krevur dialysu. 8) Muskulsvinn. 9) Hyper keratosa (ov nógva harða húð). 10) Svárt eksem.

§ 2 Ískoyti sambært § 1, nr. 1 er 350 kr. fyri hvørja viðgerð og 720 kr. fyri árligt eftirlit.…

Ískoyti sambært § 1, nr. 1 er 350 kr. fyri hvørja viðgerð og 720 kr. fyri árligt eftirlit. Ískoyti sambært § 1, nr. 2–10 er 250 kr. fyri hvørja viðgerð. Stk. 2. Ávísingin kann í mesta lagi vera fyri 6 veitingar. Stk. 3. Persónar við diabetes mellitus hava eftir fyrstu ávísing áhaldandi rætt til 6 veitingar um árið. Stk. 4. Gera heilt serligar umstøður seg galdandi, og lækni metir tað vera neyðugt, kann ávísing til persónar við diabetes mellitus verða økt við upp til 6 veitingum árliga.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 6…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2012 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá statsautoriseraðum fótterapeuti. Heilsumálaráðið, 13. juni 2013 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 27 frá 4. apríl 2016.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙