Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. januar 2012 Nr. 6
Kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá statsautoriseraðum fótterapeuti
Við heimild í § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
§ 1 Heilsutrygd veitir, eftir ávísing frá lækna, persónum, har sjúka hevur munandi avleiðingar í…
Heilsutrygd veitir, eftir ávísing frá lækna, persónum, har sjúka hevur munandi avleiðingar í gerandisdegnum, ískoyti til viðgerð hjá statsautoriseraðum fótterapeuti, um lækni hevur staðfest eina av fylgjandi diagnosum: 1) Diabetes mellitus. 2) Unguis incarnatus (niðurgrógvin negl), tá tørvur er fyri fótaviðgerð. 3) Arr og sárviðgerð eftir skurð- og stráluviðgerð. 4) Svára liðagikt. 5) Svárt psoriasis. 6) Svárt lymfødem.
§ 2 Ískoyti sambært § 1, nr. 1 er 350 kr. fyri hvørja viðgerð og 720 kr. fyri árligt eftirlit.…
Ískoyti sambært § 1, nr. 1 er 350 kr. fyri hvørja viðgerð og 720 kr. fyri árligt eftirlit. Ískoyti sambært § 1, nr. 2– 6 er 175 kr. fyri hvørja viðgerð. Stk. 2. Ávísingin kann í mesta lagi vera fyri 6 veitingar. Stk. 3. Persónar við diabetes mellitus hava eftir fyrstu ávísing áhaldandi rætt til 6 veitingar um árið. Stk. 4. Gera heilt serligar umstøður seg galdandi, og lækni metir tað vera neyðugt, kann ávísing til persónar við diabetes mellitus verða longd við upp til 6 veitingum.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2012
Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2012. Heilsumálaráðið, 30. januar 2012 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.