Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. juni 2016 Nr. 76

Kunngerð um broyting í kunngerð um at umsita lóg um studning til skipasmiðjur

(Bygging til leasing og sáttmáli millum nærstandandi partar)

§ 1 Í kunngerð nr. 61 frá 23. mai 2002 um at umsita lóg um studning til skipasmiðjur verður aftan á §…

Í kunngerð nr. 61 frá 23. mai 2002 um at umsita lóg um studning til skipasmiðjur verður aftan á § 1 sett: “§ 1 a. Ger skipasmiðjan leasingsáttmála, ella er talan um sáttmála við nærstandandi part, skal við sáttmálaprísin eftir hesi kunngerð skiljast mett virði á flótandi eindini í vanligum handli. Stk. 2. Metingin eftir stk. 1 skal verða gjørd av óheftum skipakønum persóni, sum Vinnuframagrunnurin hevur góðkent. Sátmálapartur skipasmiðjunnar rindar kostnaðin av metingini. Stk. 3. Ein partur er nærstandandi, um viðurskiftini millum skipasmiðju og hin sáttmálapartin eru sum viðurskiftini millum móður- og dótturfyritøku eftir § 6 og § 7 í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg.”

§ 2 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 28. juni 2016 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙