Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. mai 2002 Nr. 61
Kunngerð um at umsita lóg um studning til skipasmiðjur, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 28. juni 2016
Við heimild í § 2 og § 3 í løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur, sum broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 26. mars 2002, verður ásett:
Umsóknir
§ 1 Føroyskar skipa- og bátasmiðjur o.o. kunnu søkja Vinnuframagrunnin um studning at byggja og…
Føroyskar skipa- og bátasmiðjur o.o. kunnu søkja Vinnuframagrunnin um studning at byggja og umbyggja skip, bátar og aðrar flótandi eindir.
§ 1 a 1) Ger skipasmiðjan leasingsáttmála, ella er talan um sáttmála við nærstandandi part, skal við…
1) Ger skipasmiðjan leasingsáttmála, ella er talan um sáttmála við nærstandandi part, skal við sáttmálaprísin eftir hesi kunngerð skiljast mett virði á flótandi eindini í vanligum handli. Stk. 2. Metingin eftir stk. 1 skal verða gjørd av óheftum skipakønum persóni, sum Vinnuframagrunnurin hevur góðkent. Sátmálapartur skipasmiðjunnar rindar kostnaðin av metingini. Stk. 3. Ein partur er nærstandandi, um viðurskiftini millum skipasmiðju og hin sáttmálapartin eru sum viðurskiftini millum móður- og dótturfyritøku eftir § 6 og § 7 í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg.
§ 2 Umsókn um studning skal sendast Vinnuframagrunninum á serligum umsóknarblaði hjáløgd neyðug…
Umsókn um studning skal sendast Vinnuframagrunninum á serligum umsóknarblaði hjáløgd neyðug fylgiskjøl. Stk. 2. Í umsóknini skulu standa allar viðkomandi upplýsingar og eisini upplýsingar um, 1) skipa- ella bátasmiðju 2) skipa- ella bátaeigara 3) ný- ella umbygging 4) skipaslag og skipastødd 5) bygginummar ella skipanavn og skrásetingarnummar 6) hvørji arbeiði umbyggingin fevnir um 7) sáttmálaprís 8) sáttmáladag og avhendingardag 9) møgulig fyrivarni í sáttmálanum Stk. 3. Avrit av undirskrivaðum sáttmála skal leggjast við umsóknini. Stk. 4. Umsøkjari skal upplýsa, um tað upp í sáttmálaprísin eru roknaðar veitingar, sum studningur ikki verður veittur til sambært § 4 um studningsgrundarlagið. Stk. 5. Um tað, í sambandi við umbygging, samstundis verða gjørd onnur arbeiði, ið studningur ikki verður veittur til, t.d. røkt, umvæling og endurnýgging, skal verða upplýst um hetta í umsóknini, ella tá ið avgerð um tílík arbeiði verður tikin.
§ 3 Umsókn skal verða send Vinnuframagrunninum, áðrenn farið er at byggja. Vinnuframagrunnurin kann…
Umsókn skal verða send Vinnuframagrunninum, áðrenn farið er at byggja. Vinnuframagrunnurin kann gera frávik frá hesi reglu, tá serligar umstøður tala fyri hesum. Stk. 2. Um tað, tá ið bygt verður, vísir seg, at kostnaðurin gerst størri enn upprunaliga væntað, kann umsókn um eyka studning verða send grunninum við tilvísing til upprunaligu umsóknina og frágreiðing um, hví byggingin er dýrkað. Stk. 3. Umsóknir um studning til meirkostnað upp í mesta lagi 5% av sáttmálaprísinum kunnu verða sendar grunninum saman við umbønini um at gjalda út studningin. Studningsgrundarlagið
§ 4 Studningsgrundarlagið byggir á ta upphæddina, sum skipa- ella bátaeigarin skal gjalda skipa- ella…
Studningsgrundarlagið byggir á ta upphæddina, sum skipa- ella bátaeigarin skal gjalda skipa- ella bátasmiðjuni fyri ný- ella umbyggingina. Tað er sáttmálaprísurin við ískoytissáttmálum. Stk. 2. Í studningsgrundarlagið kunnu hesar veitingar tó ikki verða roknaðar uppí: 1) nýtsluvørur, t.d. brenniolja, máling og aðrar vørur, sum hava við skiparaksturin at gera, 2) onnur útgerð, her uppií eykalutir, sum hvat nøgd ella slagi viðvíkur eru óvanligir fyri skipaslagið, 3) útreiðslur hjá skipaeigaranum í sambandi við skipafíggingina, 4) kostnaður fyri veitingar, sum ikki eru sjálvsagdur partur av byggingini ella umbyggingini. Stk. 3. Umsøkjarin skal upplýsa um øll viðurskifti, sum kunnu elva til, at studningsgrundarlagið verður lækkað. Stk. 4. Studningur verður ikki veittur til røkt, umvæling og endurnýgging. Tá ið tílík arbeiði verða gjørd samstundis sum umbygging, skulu hesi arbeiði verða avroknað fyri seg. Stk. 5. Í játtanum verður ásett, nær treytirnar fyri at gjalda út studning í seinasta lagi skulu vera loknar. At gjalda út studning
§ 5 Tá, ið umbøn um at gjalda út studning verður send Vinnuframagrunninum, skulu verða hjáløgd…
Tá, ið umbøn um at gjalda út studning verður send Vinnuframagrunninum, skulu verða hjáløgd umbønini hesi skjalprógv: Uppgerð av studningsgrundarlagnum, ið løggildur grannskoðari skal vátta. Neyðugar góðkenningar frá tí almenna og/ella klassa og váttan um, at eigarin hevur yirtikið farið. Stk. 2. Vinnuframagrunnurin kann krevja studningsgrundarlagið nágreiniligari lýst og krevja innlit í skjøl hesum viðvíkjandi. Stk. 3. Um røktar-, umvælingar- ella endurnýggingararbeiði verða gjørd samstundis sum umbygging, kann grunnurin krevja at fáa innlit í avrokningina av tílíkum arbeiði eisini. Eftirlit og kærur
§ 6 Vinnuframagrunnurin skal hava innlit í øll viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri at veita…
Vinnuframagrunnurin skal hava innlit í øll viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri at veita studningin, og umboð grunsins skal hava atgongd til smiðjuna í hesum sambandi. Stk. 2. Vinnuframagrunnurin kann útvega sær hjálp frá serkønum til ráðgeving og at hava eftirlit við byggimálum, sum studningur er játtaður til. Stk. 3. Avgerðir Vinnuframagrunsins kunnu ikki verða kærdar til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 23. mai 2002 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 76 frá 28. juni 2016.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.