Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. juni 2006 Nr. 75

Kunngerð um áseting av fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri, sum broytt við kunngerð nr. 132 frá 26. september 2011

Við heimild í § 8, stk. 7 og § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Kunngerðin fevnir um flyting av veiðiloyvum sambært § 8 í lógini millum fiskifør 15 tons og…

Kunngerðin fevnir um flyting av veiðiloyvum sambært § 8 í lógini millum fiskifør 15 tons og størri, sum eru undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum. Skrivlig umsókn

§ 2 Skrivlig umsókn um at flyta ella leggja saman veiðiloyvi skal sendast Fiskimálaráðnum. Saman við…

Skrivlig umsókn um at flyta ella leggja saman veiðiloyvi skal sendast Fiskimálaráðnum. Saman við umsóknini skulu fylgja avrit av skjølum við upplýsingum um stødd (longd, breidd og dýpd sbrt. § 9) og maskinorku (kW ella HK) hjá viðkomandi fiskiførum. Reglur um flyting av veiðiloyvum og fiskidøgum

§ 3 Veiðiloyvi hjá fiskifari, sum er undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, kann verða flutt…

Veiðiloyvi hjá fiskifari, sum er undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, kann verða flutt á annað fiskifar við ongum veiðiloyvi, ella á fiskifar við veiðiloyvi til fiskiskap undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum.

§ 4 Veiðiloyvi hjá tveimum fiskiførum, sum eru undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, kunnu…

Veiðiloyvi hjá tveimum fiskiførum, sum eru undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, kunnu verða flutt á annað fiskifar við ongum veiðiloyvi.

§ 5 Veiðiloyvi kann bert verða flutt, um eigarin av fiskifari, ið veiðiloyvið verður flutt av, við…

Veiðiloyvi kann bert verða flutt, um eigarin av fiskifari, ið veiðiloyvið verður flutt av, við ræðisavmarking skrásett í føroysku skipaskránni hevur váttað, at fiskifarið eingi fiskirættindi hevur, ella at fiskifarið er strikað úr føroysku skipaskránni.

§ 6 Hóast ásetingarnar í §§ 3 og 4 kann veiðiloyvi hjá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, ikki…

Hóast ásetingarnar í §§ 3 og 4 kann veiðiloyvi hjá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, ikki verða latið til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt. Somuleiðis kann veiðiloyvi til fiskifar at fiska við troli ikki verða latið fiskifari við veiðiloyvi til húkaveiði og øvugt.

§ 7 Veiðiloyvi kann bert verða flutt, um metingarvirðið fyri fiskiorku á fiskifarinum, sum…

Veiðiloyvi kann bert verða flutt, um metingarvirðið fyri fiskiorku á fiskifarinum, sum veiðiloyvið verður flutt á, er tað sama ella minni enn á fiskifarinum ella fiskiførunum, sum loyvið verður flutt av. Metingarvirði fyri fiskiorku verður roknað sum ásett í § 9.

§ 8 Tá veiðiloyvi verður flutt á fiskifar, ið er undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum,…

Tá veiðiloyvi verður flutt á fiskifar, ið er undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, verður talið av fiskidøgum at flyta umroknað samsvarandi reglunum um avhending av fiskidøgum. Metingarvirði fyri fiskiorku

§ 9 Metingarvirði fyri fiskiorku eru hesi

Metingarvirði fyri fiskiorku eru hesi: 1) 1) Fyri fiskifør, ið royna við húki: Longd (L) x breidd (B) x dýpi (D), tó undantikið fiskifør í høvuðsbólki 3, sbrt. § 28 stk. 1 í lógini. 2) Fyri fiskifør, ið royna við troli: Longd (L) x breidd (B) x dýpi (D) x maskinorka. Longd, breidd og dýpd eru tey mát, sum eru í málibrævi ella máliprógvi skipsins og samsvarandi galdandi reglum um skipauppmáting. Dýpdin (D) verður í hesum samanhangi roknað upp til høvuðsdekkið. Framtøkumegi er HK ella kW. Stk. 2. Metingarvirði fyri fiskiorku hjá fiskiførum veiðiloyvi verður flutt frá, verður ásett við støði í støddarmátum og framtøkumegi hjá fiskifarinum, loyvi til eina og hvørja tíð eru á. Stk. 3. Broytingar hjá fiskifari í fiskidagaskipanini á føroysku landleiðunum, sum ávirkar metingarvirði fyri fiskiorku, sbrt. § 9, stk. 1, kunnu bert gerast eftir umsókn og við loyvi frá Fiskimálaráðnum. Loyvt er í mesta lagi at vaksa um metingarvirði fyri fiskiorku við 15 prosentum í mun til upprunaliga virðið. Fiskidagatalið hjá viðkomandi fiskifari verður stillað í sama lutfalli, sum broytingin ávirkar metingarvirði fyri fiskiorku. Revsing

§ 10 Brot á § 9, stk. 3, 1. pkt. verða revsað eftir § 40 og § 46 í lógini um vinnuligan fiskiskap

Brot á § 9, stk. 3, 1. pkt. verða revsað eftir § 40 og § 46 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Gildiskoma

§ 11 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 51 frá 11. apríl 2003 um mannagongd og áseting av fiskiorku, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri. Fiskimálaráðið, 13. juni 2006 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 132 frá 26. september 2011.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙