Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. apríl 2003 Nr. 51
Kunngerð um mannagongd og áseting av fiskiorku, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri
Við heimild í § 8, stk. 7 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
Virkisøki
§ 1 Kunngerðin fevnir um flyting av veiðiloyvum sambært § 8 í lógini millum fiskifør 15 tons og…
Kunngerðin fevnir um flyting av veiðiloyvum sambært § 8 í lógini millum fiskifør 15 tons og størri, sum eru undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum. Skrivlig umsókn og váttan
§ 2 Skrivlig umsókn um at flyta ella leggja saman veiðiloyvi skal sendast Fiskimálaráðnum. Saman við…
Skrivlig umsókn um at flyta ella leggja saman veiðiloyvi skal sendast Fiskimálaráðnum. Saman við umsóknini skulu fylgja upplýsingar um stødd (BRT, NRT, BT, NT, longd, breidd og dýpd) og maskinorku (kW ella HK) hjá viðkomandi fiskiførum. Reglur um flyting av veiðiloyvum og fiskidøgum
§ 3 Veiðiloyvi hjá fiskifari, sum er undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, kann verða flutt…
Veiðiloyvi hjá fiskifari, sum er undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, kann verða flutt á annað fiskifar við ongum veiðiloyvi ella á fiskifar við veiðiloyvi til fiskiskap undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum.
§ 4 Veiðiloyvi hjá tveimum fiskiførum, sum eru undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, kunnu…
Veiðiloyvi hjá tveimum fiskiførum, sum eru undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, kunnu verða flutt á annað fiskifar við ongum veiðiloyvi.
§ 5 Veiðiloyvi kann bert verða flutt, um eigarin av fiskifari, ið veiðiloyvið verður flutt av, við…
Veiðiloyvi kann bert verða flutt, um eigarin av fiskifari, ið veiðiloyvið verður flutt av, við ræðisavmarking skrásett í føroysku skipaskránni hevur váttað, at fiskifarið eingi fiskirættindi hevur, ella at fiskifarið er strikað úr føroysku skipaskránni.
§ 6 Hóast ásetingarnar í §§ 3 og 4 kann veiðiloyvi til fiskifar at fiska við troli ikki verða latið…
Hóast ásetingarnar í §§ 3 og 4 kann veiðiloyvi til fiskifar at fiska við troli ikki verða latið fiskifari við veiðiloyvi til húkaveiðu og øvugt.
§ 7 Veiðiloyvi kann bert verða flutt, um metingarvirðið fyri fiskiorkuna á fiskifarinum, sum…
Veiðiloyvi kann bert verða flutt, um metingarvirðið fyri fiskiorkuna á fiskifarinum, sum veiðiloyvi verður flutt á, er tað sama ella minni enn á fiskifarinum ella fiskiførunum, sum loyvi verður flutt av. Metingarvirði fyri fiskiorku verður roknað sum ásett í § 9.
§ 8 Tá veiðiloyvi verður flutt á fiskifar, ið er undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum,…
Tá veiðiloyvi verður flutt á fiskifar, ið er undir fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum, verður talið av fiskidøgum at flyta umroknað samsvarandi fylgiskjali 1. Metingarvirði fyri fiskiorku
§ 9 Metingarvirði fyri fiskiorku eru hesi
Metingarvirði fyri fiskiorku eru hesi: Fyri fiskifør, ið royna við húki: Longd (L) x breidd (B) x dýpi (D). Fyri fiskifør, ið royna við troli: Longd (L) x breidd (B) x dýpi (D) x maskinorka. Longd (L) er longdin mátað frá forkanti á húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni til afturkant av húð, har hon sker yvirkantin á dekki í afturstavni. Breidd (B) er størsta breidd á húð mátað á yvirsíðu á dekki ella niðari, møguligur fendaralisti verður tó ikki íroknaður. Dýpi (D) er dýpið mátað á hálvari longd frá yvirsíðu á høvuðsdekki í borðið til uttan á húð við kjølin. Maskinorka er HK ella kW. Gildiskoma
§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 11. apríl 2003 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Andras Kristiansen (sign.) Fylgiskjal 1 Apríl 2003 Talva 1: Umrokningarvirði í samb. við flyting av fiskidøgum hjá førum, ið royna við húki Línuskip 600 og størri Útróðrarbátar 300 - 599 Útróðrarbátar 200 - 299 Útróðrarbátar 120 - 199 Útróðrarbátar undir 120 Línuskip 600 og størri 1,00 1,67 2,22 2,86 4,00 Útróðrarbátar 300 - 599 0,60 1,00 1,33 1,71 2,40 Útróðrarbátar 200 - 299 0,45 0,75 1,00 1,29 1,80 Útróðrarbátar 120 - 199 0,35 0,58 0,78 1,00 1,40 Útróðrarbátar undir 120 0,25 0,42 0,56 0,71 1,00 Talva 2: Umrokningarvirði í samb. við flyting av fiskidøgum hjá førum, ið royna við troli Partrolarar 1500 og størri Partrolarar 1100 - 1499 Partrolarar undir 1100 Trolbátar 300 kW og størri Trolbátar minni enn 300 kW Partrolarar 1500 og størri 1,00 1,17 1,40 1,56 1,87 Partrolarar 1100 - 1499 0,86 1,00 1,20 1,33 1,60 Partrolarar undir 1100 0,71 0,83 1,00 1,11 1,33 Trolbátar 300 kW og størri 0,64 0,75 0,90 1,00 1,20 Trolbátar minni enn 300 kW 0,54 0,63 0,75 0,83 1,00 Leiðbeining: Í talvunum eru fiskifør undir fiskidagaskipanini bólkað soleiðis: Partrolarar: (Longd x breidd x dýpd) x HK/1000 Trolbátar: Maskinorka í kW Línuskip og útr.bátar: Longd x breidd x dýpd Tá fiskidagar verða umroknaðir millum fiskifør, verður fyrst hugt at teiginum longst vinstrumegin fyri at finna tað skipið, sum avhendar fiskidagar. Skipið, sum flutt verður til, verður lisið av ovastu røðini. Fiskidagar, ætlanin er at flyta, verða síðani faldaðir við umrokningarvirðinum í talvuni.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.