Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. juni 2013 Nr. 72

Kunngerð um góðkenning av virkjum, sum framleiða, umvæla og endurnýggja pakkitilfar, plattar o.a. úr viði

Við heimild í § 1, stk. 1 í lov nr. 370 frá 21. desember 1938 for Færøerne om bekæmpelse af smitsomme plantesygdomme og skadedyr, verður ásett:

§ 1 Henda kunngerð er galdandi fyri virki, sum

Henda kunngerð er galdandi fyri virki, sum: 1) Framleiða, umvæla ella endurnýggja pakkitilfar, plattar o.a. úr viði. 2) Viðgera við, sum verður nýttur til framleiðslu av pakkitilfari, plattum o.ø.

§ 2 Umhvørvisstovan góðkennir virki, sum eru fevnd av § 1

Umhvørvisstovan góðkennir virki, sum eru fevnd av § 1. Stk. 2. Umsókn um góðkenning ella endurnýggjan av góðkenning skal latast Umhvørvisstovuni á umsóknarblaði, sum Umhvørvisstovan evnar til. Stk. 3. Góðkenningar kunnu vera tíðaravmarkaðar, tó ikki styttri enn 1 ár. Stk. 4. Góðkend virki fáa eitt góðkenningarnummar. Stk. 5. Umhvørvisstovan almannakunnger yvirlit yvir góðkend virki.

§ 3 Umhvørvisstovan ásetur í góðkenningini treytir um, hvussu virkini skulu hitaviðgera, framleiða,…

Umhvørvisstovan ásetur í góðkenningini treytir um, hvussu virkini skulu hitaviðgera, framleiða, umvæla, endurnýggja og merkja pakkitilfar, plattar, við o.a. Stk. 2. Umhvørvisstovan ásetur í góðkenningini treytir um góðskustýring, innaneftirlit, skjalprógv o.a. Stk. 3. Treytir sambært stk. 1 og 2 verða m.a. settar sambært International Plant Protection Convention (IPPC) og Regulation of Wood Packaging Material in International Trade (ISPM No.15), sum sæst á heimasíðuni www.us.fo.

§ 4 Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð og góðkenningartreytirnar…

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð og góðkenningartreytirnar verða hildnar.

§ 5 Umhvørvisstovan kann taka góðkenningina aftur, um virkið ikki lýkur treytirnar í góðkenningini

Umhvørvisstovan kann taka góðkenningina aftur, um virkið ikki lýkur treytirnar í góðkenningini.

§ 6 Avgerðir, tiknar av Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Innlendismálaráðið…

Avgerðir, tiknar av Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Innlendismálaráðið innan fýra vikur eftir, at avgerðin er móttikin. Stk. 2. Kæra verður send til Umhvørvisstovuna, sum sendur hana víðari til Innlendismálaráðið við neyðugum skjølum.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 55 frá 2. september 2004 um góðkenning av virkjum, sum framleiða pakning úr viði og tílíkum. Innlendismálaráðið, 3. juni 2013 Kári P. Højgaard (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙