Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
2. september 2004 Nr. 55
Kunngerð um góðkenning av virkjum, sum framleiða pakning úr viði og tílíkum
Við heimild í § 1, stk. 1 og § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 370 frá 21. desember 1938 for Færøerne om bekæmpelse af smitsomme plantesygdomme og skadedyr verður ásett:
§ 1 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann eftir umsókn góðkenna fylgjandi virki til at merkja pakning…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann eftir umsókn góðkenna fylgjandi virki til at merkja pakning ella partíir úr viði í tráð við fylgiskjal 1: 1. Virki, sum hitaviðgera við. 2. Virki, sum framleiða pakning úr viði. Stk. 2. Umsókn um góðkenning og endurnýggjan av góðkenning skal verða send Heilsufrøðiligu starvsstovuni á einum skjali, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan evnar til.
§ 2 Virki, sum eru góðkend eftir hesi kunngerð, skulu merkja viðin eftir reglunum í fylgiskjali 1,…
Virki, sum eru góðkend eftir hesi kunngerð, skulu merkja viðin eftir reglunum í fylgiskjali 1, nr. 1.1. Stk. 2. Merkingin skal verða sett á viðin ella pakningin eftir reglunum í fylgiskjali 1, nr. 1.2. Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann, eftir umsókn, víkja frá krøvunum í fylgiskjali 1, nr. 1.3. til minstumátini í merkingini.
§ 3 Í hesi kunngerð merkir ”pakningur úr viði” pakningur, sum er gjørdur úr viði – tó undantikið…
Í hesi kunngerð merkir ”pakningur úr viði” pakningur, sum er gjørdur úr viði – tó undantikið tilfar úr træfiburplátum, krydsfiner, finer, saguspønum, træull ella ráum viði, sum er skorin í tjúktir klænri enn 6 mm.
§ 4 Í sambandi við góðkenning er tað eitt krav, at virki, sum hitaviðgera við
Í sambandi við góðkenning er tað eitt krav, at virki, sum hitaviðgera við: 1. kunnu prógva, at børkurin er tikin av viðinum, sum verður merktur í tráð við fylgiskjal 1, nr. 1.1, og at viðurin hevur verið hitaviðgjørdur við í minsta lagi 56°C mált í kjarnuni í viðinum í minsta lagi í 30 minuttir og 2. hevur fingið og fylgir eini góðskuskipan, sum fevnir um mannagongdir fyri krøvini, nevnd eru í fylgiskjali 2, A.
§ 5 Í sambandi við góðkenning er tað eitt krav, at virki, sum framleiða pakning úr viði
Í sambandi við góðkenning er tað eitt krav, at virki, sum framleiða pakning úr viði: 1. kunnu prógva, at børkurin er tikin av viðinum, sum nýttur verður, og at viðurin hevur verið hitaviðgjørdur við í minsta lagi 56°C mált í kjarnini í viðinum í minsta lagi í 30 minuttir, sbr. tó stk. 2 og 2. hevur fingið og fylgir eini góðskuskipan, sum fevnir um mannagongdir fyri krøvini, nevnd eru í fylgiskjali 2, B. Stk. 2. Afturat hitaviðgjørdum viði kunnu virki nýta løgliga innfluttan við, um skjalprógv kann fáast fyri, at viðurin er viðgjørdur við metylbromid eftir mannagongdini í Annex 1 til International Standards for Phytosanitary Measures no. 15 (FAO 2002): Guidelines for regulating wood packaging material in international trade.
§ 6 Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkennir virki, tá tey lúka treytirnar í §§ 4-5. Góðkenningin er…
Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkennir virki, tá tey lúka treytirnar í §§ 4-5. Góðkenningin er galdandi í 12 mánaðir. Stk. 2. Virki fáa eitt góðkenningarnummar. Vísast skal til góðkenningarnummarið í merkinum, sbr. fylgiskjal 1, nr. 1.1, litra a.
§ 7 Heilsufrøðiliga starvsstovan almannakunngerð eitt yvirlit yvir góðkend virki
Heilsufrøðiliga starvsstovan almannakunngerð eitt yvirlit yvir góðkend virki.
§ 8 Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar. Stk. 2. Góðkend virki skulu fylgja boðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um goymslu av skjalpróvtilfari og skulu lata Heilsufrøðiligu starvsstovuni hetta, um biðið verður um tað. Góðkend virki skulu hjálpa Heilsufrøðiligu starvsstovuni í eftirlitsarbeiðinum á virkinum. Stk. 3. Góðkend virki skulu boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá broytingum í góðskustýringsskipanini og upplýsa um viðurskifti, sum hava týdning fyri góðkenningina av virkinum.
§ 9 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka gjald fyri góðkenning av og eftirlit við virkjum, umframt…
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka gjald fyri góðkenning av og eftirlit við virkjum, umframt gjald fyri útflýggjan av váttanum til virkini eftir kunngerðini um gjøld.
§ 10 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka góðkenningina aftur, um staðfest verður, at
Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka góðkenningina aftur, um staðfest verður, at: 1. virkið ikki merkir viðin í tráð við § 2, 2. virkið ikki heldur treytirnar fyri góðkenning, 3. virkið ikki lýkur treytirnar í § 8, stk. 2-3, ella 4. virkið ikki rindar møguliga álagdar eftirlitsútreiðslur.
§ 11 Avgerð, ið er tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð, kann verða kærd til…
Avgerð, ið er tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært hesi kunngerð, kann verða kærd til Vinnumálaráðið innan fýra vikur eftir, at avgerðin er móttikin.
§ 12 Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 2. september 2004 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) Fylgiskjal 1 Merking av pakningi úr viði Hvussu merkið, sum verður nýtt til við og pakning úr viði, skal síggja út: Merkið skal vísa, hvørja viðgerð viðurin ella pakningurin úr viði hevur fingið. Upplýsingarnar skulu gevast soleiðis: 1) Í fyrstu reglu skal ”FO-000” vísa Føroyar og góðkenningarnummarið á virkinum. 2) Í aðru reglu skal YY vísa viðgerðina á viðinum, har: i. DB verður skrivað fyri ”debarking”, ii. HT verður skrivað fyri ”Heat Treatment”, iii. MB verður skrivað fyri ”Methyl Bromide”, iv. KD verður skrivað fyri ”Kiln Dried” og/ella v. CPI verður skrivað fyri ”Chemical Pressure Impregnation”. C.) Í triðju reglu kann ein talkoda ella tílíkt verða skrivað til eyðmerking av pakningseindini ella partínum. Annað, linjur, tekin, symbol ella tílíkt, skal ikki standa á merkinum. 1.2. Hvar merkingin skal verða sett a) Merkingin skal verða sett á í minsta lagi tvær sjónligar flatur á hvørji pakningseind við hitaviðgjørdum viði ávíkavist hvørja eind av pakningi úr viði eftir hesi kunngerð. b) Merkingin skal vera týðilig og verða brennimerkt, málað ella stemplað á. Reyður ella appilsingulur litur skal ikki verða nýttur. 1.3. Hvørji mát merkingin skal hava a) Samlaða støddin á merkinum skal í minsta lagi vera 60 mm x 60 mm. Bókstavir og tøl skulu í minsta lagi vera 12 mm høg, tó bert 6 mm høg, um talan er um pakning, sum hevur ein kapasitet, sum er minni enn 30 litrar ella 30 kilo. Logoið skal í minsta lagi vera 60 mm H x 18 mm B. Fylgiskjal 2 Henda mannagongd skal verða skrivað niður í góðskustýringsskipanina á virkinum: A. Virki, sum hitaviðgera við: Virkið skal upplýsa maksimala kapasitetin á turkirúmum/ovnum og samlaða maksimala kapasitetin (um døgnið, mánaðin og árið) fyri hitaviðgerð av viði. Harumframt skal virkið vísa á eina mannagongd í sambandi við hvørt einstakt av niðanfyri nevndu punktum (1-8): 1) Hvussu tryggjað verður, at bert viður, sum børkurin er tikin av, verður nýttur sum rávøra til pakning úr viði. 2) Hvussu viðurin verður stáplaður í turkirúm/-ovn og hvussu tíðar- og hitainnstillingin verður sett fyri at tryggja, at viðgerðin í § 4, nr. 1 kann fara fram. 3) Hvussu skjalfest verður, at hvørt viðgjørt partí av viði nær kravda hitan kravda tíðarskeiðið, íroknað hvussu termometur verða kalibrerað. 4) Hvussu tryggjað verður, at partí av viði, sum, hóast upphiting í hitarúmi, ikki hava fingið kravda hitaviðgerð, beinan vegin kunnu verða eyðmerkt og serviðgjørd eins og dato, hvussu stórur trupulleikin er, orsøk og korrektión verða niðurskrivað sum skjalprógv til Heilsufrøðiligu starvsstovuna. 5) Hvussu óviðgjørdur viður trygt verður hildin atskildur frá hitaviðgjørdum viði allastaðni á virkinum, undir flutningi og á goymslu. 6) Hvussu hitaviðgjørdur viður verður pakkaður, merktur og eyðmerktur í útgangandi handilsskjølum. 7) Hvussu virkið kannar, at ásettar mannagongdir verða hildnar. 8) Hvussu starvsfólk, sum røkja uppgávur í sambandi við framleiðslu av sertifiseraðum viði, verða upplærd. B. Virki, sum framleiða pakning úr keyptum, viðgjørdum viði: Virkið skal hava eina mannagongd fyri niðanfyri nevndu punkt (1-6): 1) Hvussu tryggjað verður, at allur viður, sum virkið tekur ímóti í sambandi við framleiðslu av góðkendum pakningi úr viði, kemur frá einum góðkendum virki, og at viðmerkt verður, at børkurin er tikin av viðinum, og at viðurin er hitaviðgjørdur ella viðgjørdur við metylbromid ella at eitt plantuheilsuskjal, sum váttar, at børkurin er tikin av viðinum og hita- ella metylbromidviðgjørdur samsvarandi treytunum í § 5, stk. 1, nr. 1 ella stk. 2, er lagt við. 2) Hvussu óviðgjørdur viður trygt verður hildin atskildur frá hitaviðgjørdum viði allastaðni á virkinum, undir flutningi og á goymslu. 3) Hvussu tryggjað verður, at pakningur úr viði bert verður framleiddur úr viði, sum er viðgjørdur eftir galdandi reglum. 4) Hvussu tryggjað verður, at pakningur úr viði verður merktur eftir ásetingunum í hesi kunngerð, sbr. fylgiskjal 1. 5) Hvussu virkið kannar, at ásettar mannagongdir verða hildnar. 6) Hvussu starvsfólk, sum røkja uppgávur í sambandi við framleiðslu av sertifiseraðum viði, verða upplærd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.