Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. juni 2008 Nr. 71

Kunngerð um setan og uppsøgn av tænastumonnum í Nærverkinum

Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 9. juni 1988, verður ásett:

§ 1 Tænastumenn í Nærverkinum verða settir í starv av stjóranum í Nærverkinum

Tænastumenn í Nærverkinum verða settir í starv av stjóranum í Nærverkinum. Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er tó ikki galdandi fyri stjóran og deildarleiðarar í Nærverkinum.

§ 2 Tænastumenn í teimum í § 1 nevndu størvum, verða loystir úr starvi av stjóranum í Nærverkinum. Tó…

Tænastumenn í teimum í § 1 nevndu størvum, verða loystir úr starvi av stjóranum í Nærverkinum. Tó kann bert landsstýrismaðurin loysa tænastumenn úr starvi uttan umsókn.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 44 frá 27. mars 2000 um setan og uppsøgn av tænastumonnum á landsins serforsorgarstovnum. Almanna– og heilsumálaráðið, 24. juni 2008 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
setan og uppsøgn av tænastumonnum á landsins serforsorgarstovnum · innanhýsis
Áður galdandi · 27. mars 2000

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙