Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
27. mars 2000 Nr. 44
Kunngerð um setan og uppsøgn av tænastumonnum á landsins serforsorgarstovnum
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1 Tænastumenn í størvum upp til og við 20. lønarflokk á landsins serforsorgarstovnum verða settir í…
Tænastumenn í størvum upp til og við 20. lønarflokk á landsins serforsorgarstovnum verða settir í starv av Serforsorgini.
§ 2 Tænastumenn í teimum í § 1 nevndu størvum verða loystir úr starvi av Serforsorgini, tó kann bert…
Tænastumenn í teimum í § 1 nevndu størvum verða loystir úr starvi av Serforsorgini, tó kann bert landsstýrismaðurin loysa tænastumenn úr starvi uttan umsókn.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 3 frá 15. januar 1990. Almanna- og Heilsumálastýrið, 27. mars 2000 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.