Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
31. august 2004 Nr. 54
Kunngerð um veiðidagbøkur fyri føroysk fiskifør
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, § 32, stk. 1 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1 Á øllum føroyskum fiskiførum er tað skylda at føra veiðidagbók sambært vegleiðing um…
Á øllum føroyskum fiskiførum er tað skylda at føra veiðidagbók sambært vegleiðing um veiðidagbøkur. Undantiknir eru tó útróðrarbátar í bólki 5.
§ 2 Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum hevur ábyrgdina av, at veiðidagbókin verður førd…
Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum hevur ábyrgdina av, at veiðidagbókin verður førd sambært vegleiðing um at føra veiðidagbøkur. Stk. 2. Beinanvegin túrur er endaður, skal veiðidagbókin sendast Fiskiveiðieftirlitinum í frumriti ella elektroniskt í sniði, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur góðkent.
§ 3 Veiðidagbøkur verða løggildar av Fiskiveiðieftirlitinum ella mynstringarmyndugleikanum
Veiðidagbøkur verða løggildar av Fiskiveiðieftirlitinum ella mynstringarmyndugleikanum.
§ 4 Brot móti ásetingunum í §§ 1 - 2 verður revsað við bót
Brot móti ásetingunum í §§ 1 - 2 verður revsað við bót.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 93 frá 27. juni 1994. Fiskimálaráðið, 31. august 2004 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.