Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. apríl 2009 Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting: 1) Í § 1, stk. 1, nr. 3 verður aftaná “fíggjarvirksemi” sett: “og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemið” 2) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Avgjaldskyldan eftir stk. 1 fevnir tó ikki um Vinnuframagrunnin, Færøernes Realkreditinstitut, Húsalánsgrunnin, Búnaðargrunnin, Fíggjargrunnin frá 1992, Framtaksgrunnin.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2009
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2009. Tórshavn, 28. apríl 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 113/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.