Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
25. mars 2025 Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Longri barsil til foreldur, ið fáa 2 ella fleiri børn undir sama barnsburði og ættleiða 2 ella fleiri børn samstundis, fleiri vikur í barsil til ættleiðingarforeldur, barsil til foreldur at ov tíðliga føddum børnum, leingja barsilin, tá ið barn verður innlagt, javning av hámarkinum fyri barsilspening og barsilsfarloyvi til umsøkjarar við fyribils staðsettum barni)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin), sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 16. mai 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 1, men áðrenn yvirskriftina yvir § 2, verður sett: “§ 1 a. Tá ið foreldur fáa 2 ella fleiri børn undir sama barnsburði hevur faðir ella sammóðir rætt til barsilsfarloyvi í 48 vikur afturat teimum 4 vikunum sbrt. § 1, stk. 2. Stk. 2. Tær 48 vikurnar kunnu nýtast, meðan mamman er í barsilsfarloyvi, og skulu verða nýttar innan 52 vikur eftir barnsburð. Stk. 3. Um móðir, faðir ella sammóðir er einsamøll ella einsamallur við børnunum, kann viðkomandi eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar sbrt. stk. 1.” 2. Yvirskriftin yvir § 2 verður orðað soleiðis: “Ættleiðing og fyribils staðseting” 3. Í § 2, stk. 3, 2. pkt. verður “4 vikur” broytt til: “8 vikur”. 4. Aftan á § 2, men áðrenn yvirskriftina yvir § 3, verður sett: “§ 2 a. Foreldur, sum ættleiða 2 ella fleiri børn í senn, hava rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 48 vikur afturat teimum 8 vikunum sbrt. § 2, stk. 3. Stk. 2. Barsilsfarloyvið sbrt. stk. 1 skal haldast innan 56 vikur eftir ættleiðing. Stk. 3. Um eitt foreldur, ið ættleiðir børn eftir stk. 1, er einsamøll ella einsamallur við børnunum, kann viðkomandi eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar sbrt. stk. 1.
§ 2 b Tá ið eitt barn, ið skal ættleiðast uttan samtykki, verður fyribils staðsett hjá tí umsøkjara,…
Tá ið eitt barn, ið skal ættleiðast uttan samtykki, verður fyribils staðsett hjá tí umsøkjara, sum barnið er ávíst til við atliti at ættleiðing sbrt. § 39 a í løgtingslóg um ættleiðing, hevur umsøkjari rætt til barsilsfarloyvi eftir somu treytum sum foreldur, ið ættleiða barn sbrt. §§ 2 og 2 a. Stk. 2. Gevur Familjufyrisitingin umsøkjara loyvi at ættleiða barn nevnt í stk. 1, fær viðkomandi rætt til barsilsfarloyvi sbrt. § 2.” 5. Í § 3, stk. 2, 2. pkt. verður “stk. 5” broytt til: “stk. 6”. 6. Aftan á § 3, men áðrenn yvirskriftirnar yvir § 4, verður sett: “Ov tíðliga fødd og innleggingar
§ 3 a Verða barn ella børn fødd áðrenn viku 37 í viðgonguni, verða tær vikur, sum eru millum…
Verða barn ella børn fødd áðrenn viku 37 í viðgonguni, verða tær vikur, sum eru millum barnsburðardagin og terminsdagin í viðgonguni eftir umsókn lagdar afturat teimum 34 vikunum, foreldur kunnu býta sínámillum.
§ 3 b Um móðir ella barn verða innløgd á sjúkrahús innan tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð ella…
Um móðir ella barn verða innløgd á sjúkrahús innan tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð ella barn verður innlagt tær fyrstu 56 vikurnar eftir ættleiðing, kann barsilsfarloyvið eftir umsókn verða longt soleiðis, at tær vikur móðirin ella barnið eru innløgd, verða lagdar afturat teimum 34 vikunum foreldur kunnu býta sínámillum sbrt. § 9, stk. 2. Stk. 2. Barsilsfarloyvið kann ikki leingjast vegna innleggingar í tíðarskeiðinum sbrt. § 3 a. Stk. 3. Tá ið móðir verður innløgd á sjúkrahús, kann farloyvið bert leingjast, um hon er innløgd vegna fylgjur av barnsburði ella um barnið má innleggjast við mammuni. Stk. 4. Barsilsfarloyvið sbrt. stk. 1 skal í minsta lagi verða longt 2 vikur hvørja ferð og kann í mesta lagi verða longt upp í 26 vikur tilsamans.” 7. Í § 9, stk. 6, verður aftan á 1. pkt. sum nýtt 2. og 3. pkt. sett: “Faðir ella sammóðir hevur rætt til barsilspening í 48 vikur afturat teimum 4 vikunum sbrt. stk. 3. Umsorganarpersónur sbrt. § 1 a, stk. 3, hevur rætt til barsilspening í 48 vikur.” 8. § 9, stk. 7 verður orðað soleiðis: “Stk. 7. Verða barn ella børn fødd áðrenn viku 37 í viðgonguni, hava foreldur eisini rætt til barsilspening í tíðarskeiðinum sbrt. § 3 a.” 9. Yvirskriftin yvir § 10 verður orðað soleiðis: “Ættleiðing og fyribils staðseting” 10. Í § 10, stk. 3, 2. pkt. verður “4 vikur” broytt til: “8 vikur”. 11. Í § 10 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Tá ið foreldur ættleiða 2 ella fleiri børn samstundis, verða 48 vikur lagdar afturat teimum 8 vikunum, ið foreldrini hava rætt til sbrt. stk. 3. Umsorganarpersónur sbrt. § 2 a, stk. 3 hevur rætt til barsilspening í 48 vikur.” Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5. 12. Aftan á § 10 verður í kapittul 3 sett: “§ 11. Løntakarar, ið fáa barn fyribils staðsett sbrt. § 39 a í løgtingslóg um ættleiðing, hava rætt til barsilspening eftir somu treytum, sum foreldur, ið ættleiða barn, sbrt. § 10. Stk. 2. Gevur Familjufyrisitingin teimum, sum eru nevnd í stk. 1, seinni loyvi at ættleiða, fáa hesi rætt til barsilspening sbrt. § 10.” 13. § 13, stk. 3 verður strikað og í staðin verður sett: “Stk. 3. Hámarksupphæddin fyri barsilspening sbrt. stk. 1 verður javnað 1. januar á hvørjum ári eftir reglunum í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2025 sbr. tó stk. 2-5
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2025 sbr. tó stk. 2-5. Stk. 2. Rætturin til eftir umsókn at lata einum umsorganarpersóni barsilsfarloyvi sbrt. § 1, nr. 1 og 4, og barsilspening sbrt. § 1, nr. 7 og 11, er galdandi fyri tey foreldur, ið fáa ella ættleiða børn eftir, at løgtingslógin er komin í gildi. Stk. 3. Rætturin til at leingja barsilsfarloyvi við barsilspeningi við teimum vikum, sum eru í millum barnsburðardagin og terminsdagin sbrt. § 1, nr. 6 og 8, er bara galdandi fyri foreldur at børnum, sum eru fødd eftir, at løgtingslógin er komin í gildi. Stk. 4. Rætturin til at leingja barsilsfarloyvi við barsilspeningi við teimum vikum, móðir ella barn verða innløgd á sjúkrahús sbrt. § 1, nr. 6, er bara galdandi fyri innleggingar eftir, at løgtingslógin er komin í gildi og til ávikavist 52 vikur eftir barnsburð og 56 vikur eftir ættleiðing. Stk. 5. Hóast ásetingina í § 1, nr. 13, verður hámarksupphæddin fyri barsilspening sbrt. § 13, stk. 1, í barsilslógini javnað við 3,6% sambært kunngerð nr. 105 frá 1. november 2024 um javningarprosent til almannaveitingar 2025 fyri barsilsfarloyvir hildin við barsilspeningi eftir, at løgtingslógin er komin í gildi. Í Tinganesi, 25. mars 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 44/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.