Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. mai 2008 Nr. 38

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum…

Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 6 frá 25. januar 2001, verða gjørdar hesar broytingar: Aftaná § 19 verður sett: “2a. partur Serligt barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar

§ 19 a Til børn, yngri enn 18 ár, verður veitt barnaískoyti sambært reglunum í hesi lóg

Til børn, yngri enn 18 ár, verður veitt barnaískoyti sambært reglunum í hesi lóg.

§ 19 b Barnaískoyti verður veitt, tá tann, sum hevur foreldramyndugleikan ella hevur lut í…

Barnaískoyti verður veitt, tá tann, sum hevur foreldramyndugleikan ella hevur lut í foreldramyndugleikanum yvir einum barni, er einsamallur uppihaldari og sambært fólkayvirlitinum hevur barnið búgvandi. Stk. 2. Um annar parturin hevur fingið lutað foreldramyndugleikan, men hin parturin hevur barnið hjá sær, so kann Almannastovan gera av, at barnaískoyti verður latið tí partinum, ið hevur barnið búgvandi, um hesin er einsamallur uppihaldari. Stk. 3. Persónar, sum liva í samlívi, verða ikki mettir sum einsamallir.

§ 19 c Barnaískoyti verður bert veitt, um treytirnar í § 3, stk. 2, nr. 1-5 eru loknar

Barnaískoyti verður bert veitt, um treytirnar í § 3, stk. 2, nr. 1-5 eru loknar.

§ 19 d Barnaískoyti lutast barninum eftir § 19 b, nr. 1 og nr. 2 og verður útgoldið tí, ið uppiheldur…

Barnaískoyti lutast barninum eftir § 19 b, nr. 1 og nr. 2 og verður útgoldið tí, ið uppiheldur barninum. Stk. 2. Barnaískoyti verður útgoldið eftir umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul. Stk. 3. Almannastovan kann heinta inn upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av umsóknum um barnaískoyti frá skattamyndugleikum, Landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini. Stk. 4. Ískoyti verður útgoldið hvønn ársfjórðing í forskoti. Stk. 5. Barnaískoyti verður útgoldið fyrstu ferð ársfjórðingin eftir, at rætturin til ískoyti er játtaður, og síðstu ferð tann ársfjórðingin, rætturin til ískoyti fellur burtur. Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um útgjald av barnaískoyti fyri styttri tíðarskeið, enn ásett í hesi grein. 19 e. Almannastovan heitir eina ferð um árið á tey, ið fáa barnaískoyti eftir § 19b, um skrivliga at vátta, at tey framhaldandi lúka treytirnar fyri at fáa barnaískoyti. Stk. 2. Hevur Almannastovan ikki móttikið váttanina seinast ein mánað eftir áheitan, steðgar útgjaldið av barnaískoytinum frá næsta ársfjórðingi. Útgjaldið kemur aftur í gildi ársfjórðingin eftir, at váttanin er móttikin. 19 f. Rætturin til barnaískoyti kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2008

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2008. Tórshavn, 21. mai 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 137/2007

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙