Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. mai 2006 Nr. 38
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt verður gjørd henda broyting
Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt verður gjørd henda broyting: Aftan á § 6 verður sett: “§ 6 a. Fíggjarligt frípláss, antin fult ella partvíst, kann veitast foreldrum, ið ikki sjálvi megna at rinda útreiðslurnar sambært hesi lóg. Útreiðslur fyri fíggjarligt frípláss verða rindaðar av avvarðandi kommunum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fíggjarligt fríplásss aftaná at hava ráðført seg við kommunurnar.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2006. Tórshavn, 9. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 72/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.