Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. apríl 1999 Nr. 37

Løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Kvinnuligur løntakari hevur rætt til fráveru frá arbeiði orsakað av graviditeti og barnsburði frá…

Kvinnuligur løntakari hevur rætt til fráveru frá arbeiði orsakað av graviditeti og barnsburði frá tí degi, at mett verður, at 4 vikur eru eftir til føðingina. Aftaná føðing hava kvinna og maður rætt til fráveru frá arbeiði í íalt 24 vikur. Av hesum eigur pápin rætt til 10 vikur, sum skulu liggja aftaná 14. viku aftaná føðing. Fráverurætturin kann bert nýtast av einum av foreldrunum í senn, Stk. 2. Tær fyrstu 2 vikurnar aftaná føðing eigur mamman rætt til fráveru. Stk. 3. Pàpin hevur tó eisini rætt til at nýta 2 vikur beint aftaná á føðingina ella aftaná, at barnið er komið heim, ella sambært avtalu við arbeiðsgevaran innan tær fyrstu 14 vikurnar, uttan mun til regluna í stk. 1. Stk. 4. Liggur barnið á sjúkrahúsi, kann rætturin til fráveru sambært. stk. 2 útskjótast. Stk. 5. Løntakari hevur annars rætt til fráveru frá arbeiði í sambandi við graviditet, føðing og ættleiðing fyri somu tíðarskeið, sum løntakari hevur rætt til dagpening við sjúku ella føðing. Stk. 6. Kvinnuligur løntakari hevur rætt til fráveru frá arbeiði í sambandi við barnakonukanningar. Stk. 7. Somu reglur eru galdandi við ættleiðing við teimum frávikum, hetta nattúrliga hevur við sær.

§ 2 Tað tíðarskeið, løntakari er burtur úr arbeiði sambært § 1, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð…

Tað tíðarskeið, løntakari er burtur úr arbeiði sambært § 1, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð og ávirkar ikki aldursviðbøtur, pensionsrættindi o.o. rætttindi ,sum fylgja starvinum.

§ 3 Arbeiðsgevari kann ikki siga upp løntakara, sum nýtir rættindi síni til fráveru frá arbeiði…

Arbeiðsgevari kann ikki siga upp løntakara, sum nýtir rættindi síni til fráveru frá arbeiði sambært § 1.

§ 4 Kvinnuligur løntakari, sum nýtir rættin til fráveru sambært § 1, stk. 1, skal innan 8 vikur…

Kvinnuligur løntakari, sum nýtir rættin til fráveru sambært § 1, stk. 1, skal innan 8 vikur aftaná føðing boða arbeiðsgevara sínum frá, hvussu hon ætlar at nýta fráverurætt sín, og nær hon byrjar at arbeiða aftur, eisini skal hon boða frá, um hon ætlar at nýta tíðina samanhangandi ella í pørtum, og hvussu hetta verður gjørt. Stk. 2. Mannligur løntakari, sum nýtir rætt sín til fráveru við føðing ella aftaná, at barnið er heimkomið, jvbr. § 1, stk. 3, skal í seinasta lagi 4 vikur frammanundan boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann roknar við, hann er burtur frá arbeiði. Ætlar hann at nýta rætt sín til fráveru, jbr. § 1, stk. 1, skal hann í seinasta lagi 8 vikur eftir føðingina boða arbeiðsgevaranum frá, nær og hvussu leingi hann verður burtur úr arbeiði. Stk. 3. Tey, sum fáa barn við ættleiðing, skulu við fráboðan til arbeiðsgevaran halda somu freistir. Stk. 4. Um kvinnan nýtir rætt sín sambært § 1, stk. 4, skal hon beinanvegin boða arbeiðsgevara sínum frá hesum.

§ 5 Henda lóg fær gildi 1. januar 2000

Henda lóg fær gildi 1. januar 2000. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙