Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
30. apríl 2012 Nr. 36
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
(Ferðslulógin)
(Lendisakfør)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14. frá 2. mars 1988, sum seinast…
Í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14. frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, III, verður aftan á C sum nýtt punkt sett: ”D. Lendisakfar (ATV): Motordrivið akfar á 4 hjólum ella fleiri við eini eginvekt yvir 190 kg. Motororkan skal vera størri enn 15 kW. Akfarið skal vera útgjørt við last ella viðførisberara.” 2) Yvirskriftin yvir § 11 verður orðað soleiðis: ”Skráseting av motordrivnum akførum v.m.” 3) Í § 11, stk. 1, verður ”Motorakfar og dragi (traktor)” broytt til: ”Motorakfar, traktorur og lendisakfar”. 4) Aftaná § 11 verður sett: ”Serligar reglur fyri koyring við lendisakfari
§ 11 a Lendisakfar kann bert koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning til ella frá…
Lendisakfar kann bert koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning til ella frá ella millum arbeiðsøki, og skal flutningurin tá fara fram á stytst møguligum strekki.” 5) Yvirskriftin yvir § 18 a verður orðað soleiðis: ”Koyrikort til traktor, motoramboð, lendisakfar og lítla motorsúkklu” 6) Í §18 a, stk. 4 verður aftaná ”45 km/t” sett: ”og lendisakfar”. 7) Í § 30 b verður aftaná stk. 5 sum nýtt stk. sett: “Stk. 6. Fyri lendisakfar og vognarað, samansett av lendisakfari og skrásetingarskyldugum viðfestum akfari, má ferðin uttan mun til § 30 a ongantíð fara upp um 60 km/t.” Stk. 6 og 7 verða eftir hetta stk. 7 og 8. 8) Í § 42, stk 1 verður ”bili ella á tríhjólaðari motorsúkklu” broytt til: ”bili, lendisakfari ella á tríhjólaðari motorsúkklu” 9) Í § 42 c, stk. 1 verður ”tvíhjólaðari motorsúkklu, ella av motorsúkklu við síðuvogni,” broytt til: ”tvíhjólaðari motorsúkklu, motorsúkklu við síðuvogni ella lendisakfari,” 10) Í § 42 c, verður aftaná stk. 3 sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Skyldan at nýta fallhjálm er ikki galdandi fyri lendisakfar, um tað er útgjørt við trygdarbeltum og føraravernd.” Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5. 11) Yvirskriftin yvir § 43 verður orðað soleiðis: ”Serreglur fyri motorsúkklur og lendisakfør” 12) Í § 43, stk 4, 1. pkt. verður ”Á motorsúkklu og í síðuvogni hennara” broytt til: ”Á motorsúkklu og í síðuvogni hennara og á lendisakfari”. 13) Í § 43, stk 5 verður aftaná ”og í síðuvogni hennara” sett: ”og á lendisakfari”. 14) Í § 58 a, stk. l, nr. 1 verður aftaná ”§ 11, stk. 1,” sett: “§ 11 a,”. 15) Í § 58 b, verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Ikki-skrásetingarskyldugt lendisakfar skal dragast inn, um eigarin tvær ferðir áður innan fyri tey seinastu 3 árini hevur gjørt seg sekan í broti á ferðslulógina við at koyra á ferðslulógarinnar øki við ikki-skrásetingarskylduga lendisakfarinum.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3. 16) Í § 64 b, stk. 1 verður sum nr. 6 sett: “6) Lendisakfar: kr. 250”.
§ 2 1) Í § 43, stk. 4, 2. pkt. verður ”Á motorsúkklu og síðuvogni hennara” broytt til: ”Á motorsúkklu…
1) Í § 43, stk. 4, 2. pkt. verður ”Á motorsúkklu og síðuvogni hennara” broytt til: ”Á motorsúkklu og í síðuvogni hennara og á lendisakfari”. 2) § 58, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Rúsdrekkakoyring við motorakfari, traktori, motoramboði ella lendisakfari og brot á § 15, stk. 1 ella 2 verður revsað við sekt, sbr. tó stk. 2.”
§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2012
Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2012. Tórshavn, 30. apríl 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 133/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.