Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2026 Nr. 36
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Tíðaravmarkað mvg-frítøka av sølu av bensini og diesel)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 218 frá 22. desember 2025, verður í § 12, stk. 1, sum litra v sett: “v) Sølu av bensin og diesel fram til og við 31. juli 2026, ið koma undir vørunumrini 2710.12.41, 2710.12.45, 2710.12.49, 2710.12.50, 2710.19.43 og 2710.19.46 í Toll- og Vøruskránni”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2027
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2027. Í Tinganesi, 15. mai 2026 Beinir Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 90/2025
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.