Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. mai 2011 Nr. 36
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður § 21, stk. 4 orðað soleiðis
Í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður § 21, stk. 4 orðað soleiðis: ”Stk. 4. Persónar, ið eru starvsettir undir danska statinum og sendir í uttanríkistænastu, ella í avmarkað tíðarskeið eru útsendir í trúboðaravirksemi, í humaniterum arbeiði ella framhaldsnámi, verða, hóast stk. 1, ongantíð skrásettir sum fluttir av landinum, sbr. tó § 22, stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvat hugtøkini trúboðaravirksemi, humanitert arbeiði og framhaldsnám fevna um, og kann áseta nærri reglur annars.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 6. mai 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 66/2010
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.