Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. mai 1977 Nr. 36
Løgtingslóg um uppískoytisveiting til einkjur, sum broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 29. desember 1983
§ 1 Veitt verður einkjum uppískoytisveiting úr landskassanum sambært reglurnar í hesi lóg
Veitt verður einkjum uppískoytisveiting úr landskassanum sambært reglurnar í hesi lóg.
§ 2 1) Rætt til uppískoytisveiting eigur tann einkjan, sum eigur rætt til einkjupensjón sambært § 27,…
1) Rætt til uppískoytisveiting eigur tann einkjan, sum eigur rætt til einkjupensjón sambært § 27, 1. stk., samanber § 31 í lóg fyri Føroyar um almenna forsorg. 2. stk. Rætt til uppískoytisveiting hevur eisini einkja, sum hevur hildið uppat at eiga rætt til einkjupensjón av teirri grund, at hon ikki meira hevur børn undir 18 ár. Hesin rættur stendur við í eitt ár, aftaná at rætturin til einkjupensjón er hildin uppat.
§ 3 1) Uppískoytisveitingin er tann sama sum tann til eina og hvørja tíð galdandi avlamisviðbót…
1) Uppískoytisveitingin er tann sama sum tann til eina og hvørja tíð galdandi avlamisviðbót sambært § 4 í lóg fyri Føroyar um avlamispensjón. 2. stk. Uppískoytisveiting sambært § 2, 2. stk., er helmingurin av uppískoytisveiting sambært 1. stk. Uppískoytisveiting sambært § 2, 2. stk., verður at rokna út á sama hátt sum fyrisett í § 4, og sum um einkjan átti rætt til einkjupensjón.
§ 4 Uppískoytisveitingin verður at lækka í mun til inntøkuna
Uppískoytisveitingin verður at lækka í mun til inntøkuna. 2. stk. Lækkingin fer fram á sama hátt sum lækking av grundupphæddini fyri einkjupensjón. 3. stk. Lækkingin fer fram í framhaldi av lækkingini av grundupphæddini. 4. stk. Hava reglurnar um lækking við sær, at uppískoytisveitingin verður minni enn ein sættipartur av størstu upphædd hennara, dettur uppískoytisveitingin burtur.
§ 5 Uppískoytisveitingin verður umsitin av Almannastovuni og útgoldin saman við møguligari einkjupensjón
Uppískoytisveitingin verður umsitin av Almannastovuni og útgoldin saman við møguligari einkjupensjón. 2. stk. Reglurnar, sum eru galdandi fyri einkjupensjónina, hava eisini gildi fyri uppískoytisveitingina.
§ 6 Landsstýrið kann áseta serligar reglur um uppískoytisveitingina
Landsstýrið kann áseta serligar reglur um uppískoytisveitingina.
§ 7 Henda lóg fær gildi frá 1. oktober 1977
Henda lóg fær gildi frá 1. oktober 1977. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 29. desember 1983.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.