Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. apríl 2015 Nr. 35
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni
(Serlig skipað skúlatilboð)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verða sum stk. 5 og 6 sett: “Stk. 5. Til næmingar við serligum tørvi kann skúlin skipa og bjóða út serliga skipað skúlatilboð, undir hesum kann skúlin skipa aðrar undirvísingarbreytir enn tær, skúlin vanliga bjóðar út. Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir og mannagongdir í sambandi við serliga skipað skúlatilboð sbrt. stk. 5.” 2. Í § 6 verður sum stk. 7 sett: “Stk. 7. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta aðrar treytir fyri næmingar, sum verða tiknir upp sbrt. § 2, stk. 5.” 3. Í § 15 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Landskassin fíggjar serliga skipað skúlatilboð sbrt. § 2, stk. 5.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4. 4. Í § 15, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1, 2 og 3”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 30. apríl 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 109/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.