Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. apríl 2012 Nr. 35

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8.…

Í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 2. Lógin fevnir um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi.” 2) Í § 2, stk. 3 verður aftaná “felagsskapi” sett: “sbrt. § 51 í”. 3) § 2, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Tað er landsstýrismaðurin, ið varðar av viðkomandi regluverki, ið ger av, hvørt ein kappingaravmarking er fevnd av stk. 2. Setur Kappingarráðið viðkomandi landsstýrismanni fyrispurning, skal Kappingarráðið hava svar innan 4 vikur. Kappingarráðið kann leingja freistina.” 4) § 2, stk. 6 verður orðað soleiðis: ”Stk. 6. Er talan um vinnuvirksemi, sum heilt, lutvíst ella í ávísan mun virkar í lívd av almennum einkarrætti ella aðrari vernd móti kapping, hevur Kappingarráðið heimild til at geva boð um bókhaldsligan skilnað millum tann partin av rakstrinum, sum er undir einkarrætti ella undir aðrari vernd, og hinumegin tann partin av rakstrinum, sum er í frælsari kapping.” 5) Í § 6, stk. 2, nr. 5 verður “ætlaða keypið” broytt til: “innihaldið í avtaluni”. 6) Í § 6, stk. 3 verður “samskipaðan atburð” broytt til: “samskipan”. 7) Í § 6, stk. 4 verður aftaná “Kappingarráðið kann” sett: “, sbrt. § 22,”. 8) § 6, stk. 5 verður orðað soleiðis: ”Stk. 5. Avtalur og viðtøkur, ið eru bannaðar eftir stk. 1-3, eru ikki galdandi uttan so, at tær eru undantiknar sambært § 7, eru frítiknar sambært § 8 ella § 10 ella hava fingið eina váttan sambært § 9.” 9) § 7, stk. 1-3 verða orðað soleiðis: “§ 7. Forboðið eftir § 6, stk. 1 er ikki galdandi fyri avtalur millum fyritøkur, viðtøkur millum samtøk av fyritøkum og samskipan millum fyritøkur, um luttakandi fyritøkurnar hava: 1) ein samlaðan árligan umsetning, sum er minni enn 6,5 mió. kr., og ein samlaðan marknaðarpart fyri ávísu vøruna ella tænastuveitingina upp á minni enn 10 prosent, sbr. tó stk. 2-4, ella 2) ein samlaðan árligan umsetning upp á minni enn 1 mió. kr., sbr. tó stk. 2-4. Stk. 2. Undantøkini í stk. 1 eru ikki galdandi í teimum førum, tá ið fyritøkur ella ein samtøka av fyritøkum avtala, samskipa ella viðtaka 1) prísir, vinning v.m. av sølu ella víðarisølu av vørum ella tænastuveitingum, ella 2) avmarking av framleiðslu ella sølu, ella 3) sundurbýting av marknaðum ella kundum, ella 4) undanregulering av boðum, ásetan av treytum fyri at lata upp boð, fremja ella royna at útseta boð, binda seg til undanfráboðan um boð ella annars at binda seg til at samstarva, áðrenn tilboð verða givin. Stk. 3. Forboðið sambært § 6, stk. 1 er galdandi, uttan mun til stk. 1, fyri eina avtalu, viðtøku ella samskipan millum fyritøkur, um avtalan v.m. saman við líknandi avtalum v.m. avmarkar kappingina.” 10) § 8 verður orðað soleiðis: “§ 8. Forboðið eftir § 6, stk. 1 er ikki galdandi, um ein avtala millum fyritøkur, ein viðtøka millum samtøk av fyritøkum, ella ein samskipan millum fyritøkur: 1) fremur fulldygga framleiðslu ella útbreiðslu av vørum ella tænastuveitingum, ella fremur tøkniliga ella búskaparliga menning, 2) tryggjar brúkarunum rímiligan part av tí fyrimuni, sum kappingaravmarkingin hevur við sær, 3) ikki áleggur fyritøkum avmarkingar, sum eru óneyðugar fyri at náa hesum endamálum, og 4) ikki gevur fyritøkunum møguleikan at forða fyri kapping innan ein týðandi part av ávísu vøruni ella tænastuveitingini. Stk. 2. Kappingarráðið kann eftir fráboðan frítaka eina avtalu millum fyritøkur, eina viðtøku millum samtøk av fyritøkum ella eina samskipan millum fyritøkur frá forboðnum í § 6, stk. 1, um ráðið metir, at treytirnar í stk. 1 eru loknar. Fráboðan av viðkomandi avtalu v.m. við umbøn um frítøku frá § 6, stk. 1 verður latin Kappingareftirlitinum. Ráðið ásetur reglur um fráboðan, undir hesum reglur um nýtslu av serligum fráboðanarskjølum. Stk. 3. Avgerðir eftir stk. 2 og 4 skulu tilskila tíðarskeiðið, avgerðin um frítøku er galdandi. Treytir kunnu leggjast við eini frítøku. Stk. 4. Eftir fráboðan kann Kappingarráðið leingja frítøkuna, um Kappingarráðið metir, at treytirnar í § 8, stk. 1 framvegis eru loknar. Stk. 5. Kappingarráðið kann broyta ella taka aftur eina avgerð eftir stk. 2 ella 4, um: 1) viðurskiftini, sum vóru grundarlag undir avgerðini, eru broytt munandi, 2) luttakararnir í avtaluni v.m. ikki halda ásettu treytirnar fyri frítøkuni, ella um 3) avgerðin er tikin við støði í skeivum ella villleiðandi upplýsingum frá pørtunum í avtaluni v.m.” 11) § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 9. Kappingarráðið kann eftir fráboðan frá eini fyritøku ella samtøku av fyritøkum vátta, at ein avtala, viðtøka ella samskipan sambært viðurskiftum, ið Kappingarráðið hevur kunnleika til, ikki kemur undir forboðið í § 6, stk. 1, og at tað tí ikki er orsøk til at geva boð sbrt. § 6, stk. 4. Kappingarráðið ásetur reglur um fráboðan og um at brúka serstøk fráboðanarskjøl.” 12) § 9, stk. 2-4 verða strikað. 13) Í § 10, stk. 1 verður “samskipaðari framferð” broytt til: “samskipanum”. 14) § 10, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Tá avtala, viðtøka millum samtøk av fyritøkum ella samskipan millum fyritøkur, sum er fevnd av bólkafrítøkuni, latin sbrt. stk. 1 í einum ítøkiligum føri, hevur avleiðingar, sum ikki eru sambærligar við treytirnar í § 8, stk. 1, kann Kappingarráðið afturkalla eina frítøku eftir stk. 1 fyri tær fyritøkur v.m., sum eru partar í avtaluni v.m.” 15) Í § 11, stk. 4 verður aftaná “Kappingarráðið kann” sett: “, sbrt. § 22,” og aftaná “bindandi” sett: “, sbrt. § 23”. 16) Í § 12, stk. 1 verður “at stuðul” broytt til: “at almennur stuðul”. 17) Í § 12, stk. 4 verður “ávísar fyritøkur, sum heilt ella partvíst eru almenn ogn, riknar í partafelagsformi.” broytt til: ”ávíst vinnuvirksemi, sum heilt ella partvíst er almenn ogn, ið verður rikið í felagslíknandi formi.” 18) § 13 verður orðað soleiðis: “§ 13. Samanlegging í hesi lóg merkir: 1) tá tvær ella fleiri fyritøkur, sum hava virkað sjálvstøðugt, verða lagdar saman, ella 2) tá ein ella fleiri persónar, sum longu hava ræðið á minst einari fyritøku, ella tá ein ella fleiri fyritøkur við keyp av pørtum ella ognum, gjøgnum avtalu ella á annan hátt, fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ræðið á allari ella pørtum av einari ella fleiri fyritøkum afturat. Stk. 2. Stovnan av samváða (joint-venture), sum varandi hevur um hendur allar funktiónir í eini sjálvstøðugari fyritøku, er at meta sum samanlegging eftir stk. 1, nr. 2. Stk. 3. Eftir hesi lóg fæst ræðið á einari fyritøku gjøgnum rættindi, avtalur ella upp á aðrar mátar, sum partvíst ella samanlagt geva møguleika fyri at fáa avgerandi ávirkan á raksturin hjá fyritøkuni. Stk. 4. Talan er ikki um samanlegging eftir stk. 1, tá ið 1) fíggjarligar fyritøkur v.m. og tryggingarfeløg, í sambandi við sítt vanliga virksemi, fyribils ogna sær partar í fyritøkum við víðarisølu fyri eyga, treytað av, at atkvøðurætturin til ognarpartin ikki verður nýttur, ella tá ið 2) ræðið fæst á fyritøku við heimild í lóggávu um konkurs v.m.” 19) § 14 verður orðað soleiðis: “§ 14. Samanleggingar, ið eru fevndar av ásetingunum í hesum kapitli, eru tær, har 1) tær luttakandi fyritøkurnar tilsamans hava ein árligan umsetning upp á í minsta lagi 75 mió. kr. í Føroyum, og minst tvær av luttakandi fyritøkunum hvør sær hava ein samlaðan árligan umsetning upp á 15 mió. kr. í Føroyum, ella 2) minst ein av luttakandi fyritøkunum hevur ein árligan umsetning í Føroyum upp á 75 mió. kr., og minst ein av hinum fyritøkunum hevur ein umsetning upp á 75 mió. kr. á heimsstigi. Stk. 2. Uttan mun til stk. 1 er galdandi, um samanleggingin fer fram við yvirtøku av pørtum av eini ella fleiri øðrum fyritøkum, at støðið, fyri seljarans viðkomandi, verður tikið í tí parti av umsetninginum, sum kann knýtast til tær yvirtiknu ognirnar. Stk. 3. Tvær ella fleiri yvirtøkur eftir stk. 2, ið verða framdar í einum tvey ára tíðarskeiði, eru tó at meta sum ein, um somu fyritøkur ella persónar luttaka. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um útrokning av umsetningi eftir stk. 1, undir hesum reglur um, hvussu umsetningurin fyri fíggjarligar fyritøkur verður roknaður.” 20) § 15 verður orðað soleiðis: “§ 15. Kappingarráðið tekur avgerð um, hvørt ein samanlegging skal góðkennast ella forbjóðast, sbr. tó stk. 5. Stk. 2. Ein samanlegging, sum ikki munandi forðar fyri virknari kapping, serliga við at skapa ella styrkja eina ráðandi marknaðarstøðu, skal góðkennast. Ein samanlegging, sum munandi forðar fyri virknari kapping, serliga við at skapa ella styrkja eina ráðandi marknaðarstøðu, skal forbjóðast. Stk. 3. Í teimum førum, har stovnanin av einum samváða eftir 13, stk. 2 eisini hevur til endamáls ella sum fylgju at samskipa kappingarliga atburðin hjá sjálvstøðugum fyritøkum, verður henda samskipan mett eftir metingarstøðunum í § 6, stk. 1 og § 8, stk. 1 fyri at staðfesta, um samanleggingin kann góðkennast. Stk. 4. Í sambandi við sína meting eftir stk. 3 leggur Kappingarráðið serliga áherðslu á: 1) um tað samstundis eru tvær ella fleiri stovnsetandi fyritøkur, sum hava eyðsýndan leiklut á marknaðinum, sum viðkomandi samváði er á, ella á einum fyrri ella seinni liði í mun til hendan marknaðin, ella á einum nærskildum marknaði, sum er tætt knýttur at hesum marknaði, og 2) um stovnsetandi fyritøkurnar hava møguleika fyri at hindra kappingini á einum munandi parti av viðkomandi vørum ella tænastum. Stk. 5. Kappingareftirlitið kann, uttan mun til stk. 1, eftir eina einfalda málsviðgerð góðkenna eina samanlegging, um Kappingareftirlitið, grundað á tær upplýsingar, tað hevur kunnleika til, metir, at samanleggingin ikki gevur orsøk til ivasemi. Stk. 6. Ein samanlegging, fevnd av hesi lóg, kann ikki fremjast, fyrr enn góðkenning er fingin frá Kappingarráðnum uttan so, at undantaksloyvi til tess er fingið frammanundan. Kappingarráðið kann seta treytir og geva boð, tá undantaksloyvi verða givin til tess at tryggja virkna kapping.” 21) Í § 16, stk. 1 verður aftaná “farið fram” sett: “og áðrenn samanleggingin verður framd”. 22) § 16, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Kappingareftirlitið kann almannakunngera, at samanlegging er fráboðað. Almannakunngeringin fevnir um nøvnini á luttakandi fyritøkunum í samanleggingini, slag av samanlegging og tær vinnugreinir, sum samanleggingin fevnir um.” 23) Í § 16 verður sum stk. 3 sett: ”Stk. 3. Kappingarráðið ger reglur um fráboðan av samanleggingum, undir hesum reglur um nýtslu av serstøkum fráboðanarskjølum og reglur um vanliga og einfalda fráboðan.” 24) § 17 verður orðað soleiðis: ”§ 17. Í seinasta lagi 30 yrkadagar eftir, at váttan er givin um, at fráboðanin er fullfíggjað, verður avgerð tikin um, hvørt samanleggingin kann góðkennast eftir einfaldari málsviðgerð sbrt. § 15, stk. 5, ella um samanleggingin skal kannast nærri. Stk. 2. Avgerð um at góðkenna ella forbjóða eina samanlegging skal takast í seinasta lagi 90 yrkadagar eftir, at váttan eftir stk. 1 er send fráboðara, sbr. tó stk. 4-5. Stk. 3. Freistin í stk. 2 kann verða longd við 20 yrkadøgum, um ein ella fleiri luttakandi fyritøkur koma við nýggjari ella broyttari tilsøgn. Freistin verður einans longd, um tað, tá tilsøgn verður givin, eru færri enn 20 yrkadagar, til avgerð eigur at verða tikin sbrt. stk. 2. Stk. 4. Freistin í stk. 2 kann eisini verða longd við 20 yrkadøgum, um Kappingarráðið hevur tikið avgerð um hetta, og tann ella tær fyritøkur, sum hava fráboðað, biðja um hetta ella játta hesum. Stk. 5. Verður avgerð ikki tikin innan ásettu freistirnar í stk. 1-4, er hetta at meta sum avgerð um, at samanleggingin er góðkend.” 25) § 18 verður orðað soleiðis: “§ 18. Kappingarráðið kann í sambandi við góðkenning eftir § 15, stk. 2, 1. pkt. áleggja treytir og geva boð fyri m.a. at tryggja, at luttakandi fyritøkurnar halda eina givna tilsøgn. Stk. 2. Eftir at samanleggingin er góðkend, kann Kappingareftirlitið geva boð til tess at tryggja, at tilsøgn, ið er givin, verður rætt og rættstundis útint.” 26) Aftaná § 18 verður sett: “§ 18 a. Kappingarráðið kann taka aftur eina góðkenning, um avgerðin í stóran mun er grundað á skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum ein ella fleiri av luttakandi fyritøkunum eru atvoldin til. Stk. 2. Kappingarráðið kann taka aftur eina góðkenning, um ein av luttakandi fyritøkunum noktar at fylgja treytum ella boðum, givin sbrt. § 18, stk. 1 og 2. Stk. 3. Kappingarráðið kann taka aftur eina góðkenning, sum er givin eftir § 15, stk. 5, um ein av luttakandi fyritøkunum hevur latið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, og kann krevja, at tær luttakandi fyritøkurnar innan 2 vikur fráboða eftir vanligum leisti.”

§ 18 b Kappingarráðið kann, um samanlegging er framd uttan góðkenning, geva boð um sundurskiljing av…

Kappingarráðið kann, um samanlegging er framd uttan góðkenning, geva boð um sundurskiljing av samanløgdum ella yvirtiknum fyritøkum, ella av ognum ella felagsræði, eins og Kappingarráðið kann nýta aðra atgerð, sum er neyðug til tess at endurskapa eina virkna kapping.“ 27) § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 19. Lóg um innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri mál og kanningar eftir hesi lóg uttan so, at talan er um mál eftir § 4, stk. 2, § 7, stk. 4 og stk. 5, 2. pkt., § 8, stk. 2, 3. pkt., § 9, stk. 1, 2. pkt., § 10, stk. 1, § 11, stk. 6, § 12, stk. 4, 2. pkt. og stk. 6, 2. pkt., § 14, stk. 4, § 15, stk. 2, § 16, stk. 3, § 20, stk. 4, § 25, stk. 15, 2. pkt. og § 26, stk. 3. Tó verða § 4, stk. 2 og § 6 í lóg um innlit í fyrisitingina at nýta í málum eftir hesi lóg. 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi, tá ið upplýsingar, ið eru fingnar til vega eftir hesi lóg, eru latnar øðrum fyrisitingarmyndugleika. Stk. 2. Kappingareftirlitið skal almannakunngera: 1) Avgerðir hjá viðkomandi myndugleika eftir § 2, stk. 4 og § 12, stk. 3, eins og frágreiðingar Kappingarráðsins eftir § 2, stk. 5 og svar sbrt. § 2, stk. 5 frá avvarðandi landsstýrismanni. 2) Avgerðir Kappingarráðsins, tiknar eftir hesi lóg. 3) Avgerðir, sum Kappingareftirlitið hevur tikið vegna Kappingarráðið, uttan so, at avgerðin hvørki hevur týdning fyri virki lógarinnar ella fyri almenningin annars. 4) Dómar, sektaruppskot ella samandráttir av hesum, har tað verður sektað ella tikið við bót. 5) Avgerðir hjá Vinnukærunevndini í kappingarmálum. 6) Dómar í rættarmálum, har Kappingareftirlitið, Kappingarráðið ella Vinnukærunevndin í kappingarmálum eru partar.” 28) Í § 19, stk. 3 verður aftaná ”kappingarmyndugleikans” sett: ”og frágreiðingar”. 29) Í 22 stk. 1, nr. 1 verður ”samtyktir” broytt til: ”viðtøkur”. 30) § 23 verður orðað soleiðis: “§ 23. Tilsøgn, veitt av fyritøku, og sum gongur ivasemi á møti, sum Kappingarráðið hevur viðvíkjandi § 6, stk. 1 og § 11, stk. 1, kann gerast bindandi fyri fyritøkurnar. Ein tilsøgn kann gerast tíðaravmarkað. Stk. 2. Eftir at tilsøgn er gjørd bindandi eftir stk. 1, kann Kappingarráðið geva boð, sum er neyðugt fyri at tryggja, at boðini verða fylgd til fulnar og innan ásetta tíð. Stk. 3. Kappingarráðið kann afturkalla ein avgerð eftir stk. 1, um: 1) tey veruligu viðurskiftini, sum hava týdning í sambandi við avgerðina, eru broytt, 2) avtalupartarnir v.m. handla í stríð við givin boð, ella avgerðin er tikin við støði í skeivum ella villleiðandi upplýsingum frá avalupørtunum v.m.“ 31) Aftaná § 24 verður sett: “§ 24 a. Kappingareftirlitið kann gera kanningar av vinnugreinum ella av ávísum sløgum av avtalum innan fyri ymiskar vinnugreinir við tí endamáli at fáa kunnleika til ella innlit í kappingarstøðuna innan fyri ávísu vinnugreinina ella ávísu vinnugreinirnar. Stk. 2. Ásetingarnar í § 24, stk. 1-2 og § 25 eru somuleiðis galdandi fyri kanningar eftir stk. 1. Stk. 3. Kappingareftirlitið kann almannakunngera slíka kanning, tó við teimum avmarkingum, ið eru nevndar í § 19, stk. 4.” 32) § 25, stk. 5-10 verða orðað soleiðis: “Stk. 5. Kappingareftirlitið kann taka elektronisk avrit (spegling) av dáta á elektroniskum miðlum, sum eru fevndir av eftirlitskanningini, og kann taka avritini við sær við tí endamáli at kanna tilfarið seinni. Stk. 6. Speglað tilfar skal vera seglað, tá ið Kappingareftirlitið fer úr hølunum hjá fyritøkuni. Stk. 7. Tann, sum kannaður verður, kann krevja, at viðkomandi ella eitt umboð, sum hann hevur valt, skal vera til staðar, tá ið seglið verður brotið, og tá ið eftirlitið gjøgnumgongur speglaða tilfarið. Stk. 8. Kappingareftirlitið skal í seinasta lagi 25 yrkadagar eftir eftirlitskanningina geva teirri fyritøku v.m., sum verður kannað, eitt avrit av øllum upplýsingum, ið Kappingareftirlitið hevur tikið úr speglaða tilfarinum. Stk. 9. Tá ið tilfarið er kannað, skal tað speglaða tilfarið varðveitast undir segli. Stk. 10. Dátutilfarið skal strikast, um Kappingareftirlitið metir, at tilfarið ikki inniheldur prógv fyri brot á kappingarlógina.” 33) Í § 25 verður sum stk. 11-15 sett: “Stk. 11. Ger Kappingareftirlitið av at fara víðari við málinum, skal speglaða tilfarið strikast, tá ið endalig avgerð er tikin í málinum. Stk. 12. Um viðurskifti hjá eini fyritøku ella einum samtaki av fyritøkum hava við sær, at tað ikki ber til hjá Kappingareftirlitinum sama dag, ið eftirlitskanningin verður framd, at fáa atgongd til upplýsingar ella at taka avrit av upplýsingunum, sbrt. stk. 1 og 2, kann eftirlitið segla høli og upplýsingar hjá viðkomandi fyritøku í 3 yrkadagar eftir, at kanningin er gjørd. Stk. 13. Undir teimum treytum, sum eru nevndar í stk. 12, kann Kappingareftirlitið taka upplýsingar ella tann miðilin, har upplýsingarnar eru á, við sær við tí endamáli at avrita upplýsingarnar. Tilfarið, sum Kappingareftirlitið hevur tikið við sær við tí endamáli at avrita, skal, saman við avriti av upplýsingunum, sum eftirlitið hevur tikið við sær at kanna neyvari, latast fyritøkuni ella samtakinum av fyritøkum aftur í seinasta lagi 3 yrkadagar aftaná eftirlitskanningina. Stk. 14. Freistirnar í stk. 8, 12 og 13 kunnu í serligum førum verða longdar. Stk. 15. Løgreglan veitir hjálp, tá ið heimildirnar í stk. 1-3, 5 og 12-13 verða útintar. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við løgreglumyndugleika gera reglur í hesum sambandi.” 34) § 27, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 27. Avgerðir, tiknar av Kappingarráðnum eftir § 2, stk. 1, § 3, 1. pkt., § 4, § 6, stk. 1 og 4, 1. pkt., § 7, stk. 1-3, § 8, stk. 2, stk. 4, 2. pkt. og stk. 5-6, § 9, stk. 1, 1. pkt., § 10, stk. 2, § 11, stk. 1-2, stk. 4, 1. pkt. og stk. 5, § 12, stk. 1 og stk. 6, 1. pkt., § 15, stk. 1-3, § 16, stk. 1, § 17, stk. 5, § 18, stk. 1-5 og stk. 7, § 19, stk. 4, § 22 og § 23, stk. 2-3 kunnu kærast til Vinnukærunevndina í kappingarmálum.” 35) § 27, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Kæra kann bert verða latin inn av: 1) tí, sum avgerðin viðvíkur, og 2) tí, sum annars hevur individuellan og týðandi áhuga í málinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerðir hjá Kappingarráðnum eftir § 15, stk. 1-3, § 16, stk. 1, § 17, stk. 5, § 18, stk. 1-5 og 7 og § 23, stk. 2 og 3”. 36) § 30, stk. 1, verður orðað soleiðis: “§ 30. Kappingareftirlitið kann áleggja tí, sum ikki letur Kappingarráðnum ella Kappingareftirlitinum upplýsingar, sum kunnu krevjast eftir hesi lóg, ella sum ikki heldur treytir ella ger eftir boðum, givin eftir hesi lóg, ella fylgir tilsøgn, sum er bindandi sbrt. § 23, stk. 1, dagliga ella vikuliga sekt.” 37) § 31, stk. 1-2 verður orðað soleiðis: “§ 31. Um ikki harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum tilvitað ella av grovum ósketni 1) brýtur forboðið í § 6, stk. 1, 2) ikki heldur treytir, sum eru álagdar eftir § 8, stk. 3, 2. pkt. ella stk. 4, 2. pkt., 3) brýtur forboðið í § 11, stk. 1, 4) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 12, stk. 1, 5) brýtur fráboðanarskylduna í § 16, stk. 1, ella ikki heldur vanligu fráboðanarfreistina í § 18 a, stk. 3, 6) fremur eina samanlegging, hóast forboð er sett móti hesum eftir § 15, stk. 2, nr. 2, brýtur forboðið móti at fremja eina samanlegging, áðrenn góðkenning er givin eftir § 15, stk. 2, nr. 1, og uttan at loyvi er fingið eftir § 15, stk. 6, ikki lýkur treytir ella boð, ið eru givin eftir § 18, stk. 1-2, ella ikki ger eftir boðum, sum eru givin eftir § 18 b. 7) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 6, stk. 4, 1 pkt. ella § 11, stk. 4, 1. pkt, sbrt. § 22, 8) ikki ger eftir tilsøgn, givin eftir § 23, 9) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 23, stk. 2, 10) ikki lýkur krøv eftir § 24, stk. 1-2, 11) gevur Kappingareftirlitinum, Kappingarráðnum ella Vinnukærunevndini skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur um viðurskifti, sum hava týdning fyri mál ella kanning eftir § 24 a, sum upplýsingar verða savnaðar til. Stk. 2. Stk. 1, nr. 1 verður ikki at nýta frá tí, at ein avtala er fráboðað Kappingarráðnum, sbrt. § 8, stk. 2 ella stk. 4, og til Kappingarráðið hevur kunngjørt sína avgerð eftir § 8, stk. 2 ella stk. 4.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 27.apríl 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 168/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
kapping, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 · innanhýsis
Áður galdandi · 3. mai 2007

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙