Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mars 2021 Nr. 35
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
(Frítøka fyri uttanlandsinntøku og javnbjóðis kapping millum eftirlønarveitarar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 49 frá 14 mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14 mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, § 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015, løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015, løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018 og § 1 í løgtingslóg nr. 78 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 9 verður strikað. 2. Í § 3 verður sum nr. 18 sett: “18) Inntøka frá arbeiði fyri arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, um løntakarin antin rindar til NAV ella hevur eina eftirlønarskipan uttanlands, sum TAKS metir er nøktandi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat er at meta sum nøktandi eftirlønarskipan uttanlands.” 3. § 7, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Eftirlønarsamansparingar í peningastovni, ið verða stovnaðar sbrt. hesi løgtingslóg, skulu verða samansettar soleiðis, at fíggjarligi váðin alla tíðina er hóskandi og gagnligur fyri samanspararan. Tá mett verður um, hvørt váðin er hóskandi, skal fyrilit havast fyri aldri, heilsu, fíggjarstøðu og øðrum viðkomandi viðurskiftum.” 4. Í § 7 verða stk. 5-7 strikað. Stk. 8 og 9 verða eftir hetta stk. 5 og 6. 5. Í § 12, stk. 2, 3. pkt. verður “undantikin § 1, stk. 9” strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri inntøkuárið 2020 og fylgjandi ár. Í Tinganesi, 26. mars 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 70/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.