Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mars 2002 Nr. 35
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar…
Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftaná § 10 verður sum nýtt Kap. 5a sett: “Kapittul 5a Elektronisk tollavgreiðsla”
§ 10a “Landsstýrismaðurin kann loyva elektroniskari tollavgreiðslu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um, hvørjir innflytarar kunnu tollavgreiða elektroniskt, á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram. Landsstýrismaðurin kann eisini seta treyt um, at loyvið til elektroniska tollavgreiðslu kann afturkallast. Stk. 3. Verður loyvið, sambært stk. 1. givið, skal tollavgreiðslan bert fara fram elektroniskt. 2) § 11, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Fyri vørur, ið koma undir § 13, stk. 2 og 3, verður umrokning frá fremmandum til føroyskt gjaldoyra gjørd eftir gjaldoyravirðinum tann dagin, tá ið tollavgreiðslan fer fram,tó ongantíð seinni enn tann dagin, tá vøran er tollskyldug sambært § 12.” 3) § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tollurin fellur til gjaldingar tann dagin, tá tollavgreiðsla fer fram. Fyri vørur, ið koma undir § 13, stk. 2 og 3, fellur tollurin tó til gjaldingar, so skjótt sum vøran er uppskipað á tolløkinum ella - um vøran ikki verður uppskipað, og tað ikki eru vørur, sum beinleiðis verða førdar víðari við sama skipi - tá ið vøran er komin til tolløkið.” 4) Sum nýggj § 17 a verður sett:
§ 17a verður orðað soleiðis:
“Verður staðfest, at tollavgreiðslan ikki hevur verið røtt, og broyting tí verður gjørd, fellur skylduga upphæddin til gjaldingar í seinasta lagið 14 dagar eftir, at broytingin er gjørd.” 5) Í § 27 verður sum nýggj stk. 3 og 4 sett: “Stk. 3. Øll, ið koma undir hesa lóg, hava skyldu at leggja fyri Toll- og Skattstovu Føroya, tá ið hetta verður kravt, øll skjøl, ið kunnu vera til sannan av teimum gjøldum, ið verða áløgd við innflutningi. Stk. 4. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at koma á staðið fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum hon heldur eru neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi lóg.” 6) § 30a, verður orðað soleiðis: “Stk. 1. Renta verða roknað av ov seint goldnum tolli og avgjaldi við 1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjalddagin, og til goldið er. Eisini verður renta roknað av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi við 1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjalddag, og til goldið er. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” “Stk. 2. Renta av ov seint goldnum tolli og avgjaldi og renta av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi kann ikki roknast við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp.” 7) § 36, stk. 3 verður strikað. 8) § 37a verður orðað soleiðis: “Tað kann áleggjast ánaranum av einum virki sekt fyri eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrotum, sjálvt um brotsverkið ikki kann roknast ánaranum sum tilætlað ella ósketni. Er eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrotum framt av einum partafelag, lutafelag ella tílíkum, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum sum so.”
§ 2 Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 26. mars 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.