Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. apríl 2005 Nr. 35
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m., sum millum annað broytt við…
Í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m., sum millum annað broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 20. mai 1996, og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 13. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 8, stk. 1 verður “meting fráfaringarskúlans” broytt til: “ítøkiligu meting upptøkuskúlans”. 2) Í § 8, stk. 2 verður aftaná orðið “stakgreinalestur” sett: “og sjálvlestur”. 3) § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis: „Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005
Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005. Tórshavn, 20. apríl 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jógvan á Lakjuni (sign.) Lm. nr. 41/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.