Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2011 Nr. 34

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verður gjørd henda broyting: Aftan á § 3 verður sett: “§ 3 a. Felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgur fyri meira enn kr. 1 mió., meirvirðisgjald ikki íroknað, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av samlaða íløgukostnaðinum. Stk. 2. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1, skal: 1) talan verða um ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, har í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, meirvirðisgjald ikki íroknað, er fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði, 2) arbeiðið, sum meirvirðisgjald kann verða endurgoldið fyri, verða byrjað eftir 1. januar 2010 og endað í seinasta lagi 5 ár eftir, at umsókn er góðkend, og 3) umsókn um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald verða góðkend í seinasta lagi 31. desember 2012. Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir í kunngerð nærri treytir og reglur um at fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald sambært stk. 1.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og galdandi fyri tíðarskeiðið…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og galdandi fyri tíðarskeiðið frá 1. januar 2010 til 31. desember 2012. Stk 2. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 50 frá 24. mai 1974 um studning til bygging av ungdómshúsum. Tórshavn, 30 apríl 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 62/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
studning til bygging av ungdómshúsum · innanhýsis
Áður galdandi · 24. mai 1974

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙