Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. mars 2003 Nr. 34
Løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan, og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
Kapittul 1 Altjóða umsjón
Kapittul 2 Váttanarveitan og eftirlit landsins
Kapittul 3 Ásetanir um revsing
Kapittul 4 Gildiskoma
Kapittul 1
Altjóða umsjón
Kapittul 1 Altjóða umsjón
Altjóða umsjónarfólk kunnu fremja umsjón her á landi í samsvari við Sáttmála Sameindu Tjóða frá 13. januar 1993 um bann fyri at menna, framleiða, goyma og nýta evnafrøðilig vápn og um at beina fyri slíkum vápnum, til tess at kunna tryggja, at sáttmálin verður hildin í Føroyum. Stk. 2. Eygleiðarar úr londum, ið hava tikið við sáttmálanum, kunnu taka lut í umsjónini samsvarandi sáttmálanum. Stk. 3. Umsjónarfólkini og eygleiðararnir skulu vera góðkendir av avvarðandi myndugleika samsvarandi sáttmálanum, og skulu vera í fylgi við umboðum landsins, tá ið tey fremja umsjón.
Umsjón sambært § 1 kann verða framt uttan rættarúrskurð, men umsjónarfólkini og fylgisneytar teirra, eins og eygleiðarar, skulu í felag hava neyðug samleikaprógv til tess at hava atgongd samsvarandi sáttmálanum: 1) at skoða eina og hvørja ogn, ein og hvønn bygning ella ein og hvønn part av einum bygningi, 2) at steðga og eftirkanna farmaflutning frá verklagi, ið er fevnt av skoðanini, 3) at savna inn og greina royndir í verklagi, ið er fevnt av skoðanini, 4) at hava við sær og nýta mátitól og aðra tøkniliga útgerð at savna inn og skráseta upplýsingar, 5) at lata eftir sær mátitól og aðra útgerð á skoðanarstaðnum, og 6) annars at útvega sær allar upplýsingar, ið hava týdning til tess at útinna umsjón. Stk. 2. Tá ið skoðað verður, er einans loyvt at kanna mannakropp, heruppií at taka royndir úr honum, um rættarúrskurður er fingin til vega. Rættarmál um slíkt fer fram eftir meginreglunum fyri revsirættargangi. Stk. 3. Landsmyndugleikin á økinum skal sum skjótast boða tí, ið eigur ella nýtir ogn, ið ætlanin er at skoða, frá hesum, uttan tá ið serlig atlit gera tað neyðugt at tiga um tað. Í slíkum førum, har ið ikki verður fráboðað undan skoðan, verður fráboðan latin aftaná. Stk. 4. Starvsfólk á verklagi, ið verður skoðað, skulu stuðla uppundir, at skoðanin kann verða útint samsvarandi krøvum sáttmálans. Stk. 5. Løgreglan veitir neyðugan stuðul til tess, at skoðanin kann verða framd.
Um umsjónarfólk ella eygleiðari í starvi teirra her á landi elva til skaða, heftir avvarðandi landsmyndugleiki landskassans vegna eftir teim reglum, ið høvdu verið galdandi, um skaðin varð gjørdur av starvsfólki hjá landsmyndugleikunum.
Avvarðandi landsmyndugleiki ásetir nærri reglur til tess at fremja umsjón samsvarandi sáttmálanum. Kapittul 2 Váttanarveitan og eftirlit landsins
Kapittul 2 Váttanarveitan og eftirlit landsins
Fyritøkur skulu eftir áheitan frá Toll- og skattstovu Føroya lata allar neyðugar upplýsingar, ið verða kravdar til tess at kunna veita váttan samsvarandi ásetingum sáttmálans. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri at útvega sær og at veita upplýsingar, sum stk. 1 fevnir um.
Avvarðandi landsmyndugleiki ásetir í samráð við løgmann nærri reglur fyri flutningi av evnavørum, ið koma undir eftirlit samsvarandi evnavørulistum sáttmálans, til og úr londum, ið ikki eru bundin av sáttmálanum.
Toll- og skattstova Føroya kann óboðað fremja eftirlit í fyritøkum til tess at eftirkanna upplýsingar, ið eru latnar myndugleikunum samsvarandi § 5, stk. 1. Stk. 2. Nevnda eftirlit í stk. 1 heimilar Toll- og skattstovu Føroya og fólki í umboði tess, atgongd til 1) at koma á og eftirkanna eina og hvørja ogn, bygning ella ein og hvønn part av einum bygningi, 2) at steðga og eftirkanna farmaflutning frá verklagi, ið er fevnt av eftirlitinum, 3) at savna inn og greina royndir í verklagi, ið er fevnt av eftirlitinum, 4) at hava við sær og nýta mátitól og aðra tøkniliga útgerð at savna inn og skráseta upplýsingar, 5) at lata eftir sær mátitól og aðra útgerð á kanningarstaðnum, og 6) annars at útvega sær allar upplýsingar, ið hava týdning til tess at útinna ætlaða eftirlitið. Stk. 3. Tann, ið eigur fyritøkuna ella hevur ábyrgdina av henni, skal, eins og starvsfólk hjá fyritøkuni, veita Toll- og skattstovu Føroya neyðuga leiðbeining og hjálp til tess, at eftirlitið kann verða framt. Stk. 4. Løgreglan veitir neyðugan stuðul til tess, at eftirlitið kann verða framt. Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur til tess at fremja eftirlit samsvarandi sáttmálanum. Kapittul 3 Ásetanir um revsing
Kapittul 3 Ásetanir um revsing
Brot á § 2, stk. 4 og § 6, stk. 3 verða revsað við bót.
1) Ásetir onnur lóg ikki harðari revsing, verður tann, sum við vilja ella av grovum ósketni letur frá sær skeivar ella villandi upplýsingar ella dylur upplýsingar sambært § 5, stk. 1, revsaður við bót ella undir herðandi umstøðum við fongsli upp til 2 ár. Stk. 2. Í reglum, ið verða gjørdar við heimild í hesi lóg, kann verða ásett, at brot á reglurnar verða revsað við bót. Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða revsaður sum slíkur. Er brotið framt av landinum, kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót. Kapittul 4 Gildiskoma
Kapittul 4 Gildiskoma
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 18. mars 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 42/2002 1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.