Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 34 15. apríl 2016

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

(Fylgibroytingar og tekniskar broytingar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 15. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 29, nr. 13 verður orðað soleiðis: “13) a) Avlamisviðbót eftir § 2, grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8 a, barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almennar pensjónir o.a. b) Veitingar eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. c) Veitingar eftir § 9, stk. 4 og 5, § 15, § 15a, § 16, § 17, stk. 1, § 18b, § 18c, § 18d, § 18e og persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg. d) Veitingar eftir § 7, § 12, stk. 3, 4 og 9 og § 19 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. e) Barnagjald, hækkað barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna uttan mun til, um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a. f) Veitingar eftir løgtingslóg um familjuískoyti.” 2. § 33, nr. 13 verður orðað soleiðis: “13) 30% av skattskyldugari inntøku, sum er fevnd av § 25b, stk. 1, tó í mesta lagi kr. 120.000.” 3. Í § 47, stk. 1 verður 3. pkt. orðað soleiðis: “Bygdaráðið ásetur líkningarprosentið fyri kommunuskatt, sum er galdandi fyri álmanakkaárið eftir, í seinasta lagi 1. desember.” 4. Í § 102, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Sjálvuppgáva, sum er innlatin umvegis eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS, verður javnsett við eina vanliga sjálvuppgávu eisini við atliti at undirskrift.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 15. apríl 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 71/2015

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙