Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
31. mars 2017 Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í lov om forsikringsaftaler
(Bann fyri nýtslu av upplýsingum um ættarbregði o.tíl.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lov nr. 129 frá 15. apríl 1930 om Forsikringsaftaler, sum broytt við lov nr. 50 frá 24. februar…
Í lov nr. 129 frá 15. apríl 1930 om Forsikringsaftaler, sum broytt við lov nr. 50 frá 24. februar 1960, lagtingslov nr. 64 frá 10. oktober 1966, lov nr. 179 frá 24. mai 1972, lov nr. 181 frá 24. mai 1972, lov nr. 250 frá 12. juni 1975, lov nr. 266 frá 26. juni 1975 og anordning nr. 582 frá 23. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á lógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um tryggingaravtalur” 2. Aftan á § 3 verður sett: “§ 3 a. Í samband við ella eftir, at ein avtala er gjørd sambært hesi lóg, kann felagið ikki biðja um, fáa til vega, taka ímóti ella nýta upplýsingar, ið kunnu lýsa ættarbregði hjá einum persóni og vandan hjá hesum at menna ella fáa sjúkur. Felagið kann ei heldur krevja kanningar, ið eru neyðugar fyri at fáa slíkar upplýsingar til vega. Hetta er tó ikki galdandi fyri upplýsingar um heilsustøðuna nú ella fyrr hjá viðkomandi.” 3. Heitið á kapitli V verður orðað soleiðis: “Útinningarreglur, skiftisreglur og revsiásetingar” 4. Aftan á § 133 verður sett: “§ 134. Brot á § 3 a verður revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2017
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2017. Stk. 2. Løgtingslógin er eisini galdandi fyri avtalur, sum eru gjørdar, tá henda løgtingslóg kemur í gildi. Í Tinganesi, 31. mars 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 61/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.