Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2011 Nr. 33

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 59…

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 8, stk. 1, § 31, stk. 2, § 34, stk. 2 og § 35 verður “, hefti” strikað. 2) Aftaná § 27 verður sett: “§ 27 a. Tollvaldið hevur eftirlit við, at tað ikki í sambandi við innflutning av vørum til føroyska tolløkið, útflutning ella transit av føroyska tolløkinum verða framd brot á forboð ímóti innflutningi, útflutningi ella transit, sum eru ásett av trygdar-, heilsu-, djóralæknafrøðiligum-, plantupatologiskum, gjaldoyra- ella øðrum orsøkum. Tollvaldið hevur herundir eftirlit við tøkum peningi, sum er í sendingum. Stk. 2. Løgfrøðiligir ella likamligir persónar, sum senda tøkan pening samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, skulu boða tollvaldinum frá sendingini í seinasta lagi í sambandi við, at sendingin kemur til føroyska tolløkið ella fer úr føroyska tolløkinum. § 27 b um fyrisitingarligt eftirhald verður nýtt samsvarandi. Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann við kunngerð áseta reglur um elektroniska fráboðan av tøkum peningi.

§ 27 b Tollvaldið kann eftirhalda tøkan pening, samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, sum tollvaldið…

Tollvaldið kann eftirhalda tøkan pening, samsvarandi við 10.000 evrur ella meira, sum tollvaldið kemur framá í sambandi við eftirlit. Tøkur peningur kann eftirhaldast, tá hildið verður, at hann kemur frá broti ella fer at verða nýttur til brot á revsilógina ella aðra lóggávu, sum er undir almennari lógsókn. Tá eftirhald verður sett í verk, verða reglurnar í kapittli 72 í rættargangslógini um inndrátt nýttar við teimum broytingum, sum fylgja av 1. og 2. pkt. Eftirhald kann harnæst gerast fyrisitingarliga í upp til 72 tímar við atliti at nærri kanning av, um tøki peningurin kann setast í samband við lógarbrot, sum umrødd eru í 2. pkt.” 3) Í § 30 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Eftirlit kann við samtykki frá tí ferðandi gerast við røntgen ella aðrari gjøgnumlýsing.” 4) Í § 31, stk. 1 verður sum nr. 7 sett: “7. Ikki boðar tollvaldinum frá tøkum peningi, sbrt. § 27 a, stk. 2.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 30. apríl 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 98/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 219 frá 22. desember 2025 · innanhýsis
Galdandi · 23. desember 1991

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙