Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. apríl 1999 Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 96 frá 29. desember 1998, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 22, stk. 2, 2 pkt., verður “goldin” strikað og í staðin fyri verður sett: “roknað”. 2) Í § 22 verður sett sum stk. 3: “Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 eru eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 3) § 32, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skal 1,0% roknast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá 1. í tí mánaði, sum virkið skal gjalda upphæddina í.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 2 fær tó gildi 1. januar 1999…
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 2 fær tó gildi 1. januar 1999 og fer úr gildi 31. desember 1999. § 1, nr. 3 fær tó ikki gildi fyrr enn 1. januar 2000 burtursæð frá, at rentusatsurin verður broyttur til 1,0% við gildi frá 1. januar 1999. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.