Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. apríl 2018 Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
(Tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verða gjørdar hesar…
Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, nr. 13 verður “, royndarfiskiskap og menningarætlanir” broytt til: “og royndarfiskiskap”. 2. § 3, nr. 20 verður orðað soleiðis: “20) Sølukvota: Nøgd av heildarkvotu ella fiskidøgum, sum er boðin út á uppboði. Sølukvota verður latin keypara sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn, miðallong rættindi fyri trý fiskiár í senn ella langtíðar rættindi fyri átta fiskiár í senn. Rættindi, latin sum sølukvota, verða altíð boðin út av nýggjum árið eftir, at tey ganga út.” 3. § 3, nr. 21 verður orðað soleiðis: “21) Uppboðsárskvota: Nøgd av heildarkvotu ella fiskidøgum, ið verður boðin út, men ikki er sølukvota. Uppboðsárskvota verður latin sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn.” 4. Í § 7, stk. 3, 1. pkt. verður “og menningarætlanir” strikað. 5. Í § 14, stk. 3, nr. 1 verður “9.600 tons” broytt til: “12.800 tons”. 6. Í § 14, stk. 3, nr. 2 verður “4.440 tons” broytt til: “7.107 tons”. 7. Í § 23, stk. 2 verður “, royndarfiskiskap og menningarætlanir” broytt til: “og royndarfiskiskap”. 8. Í § 37, stk. 2 verður “gera nærri reglur” broytt til: “áseta nærri treytir”. 9. Í § 41, stk. 1, 1. pkt. verður “undantikin veiðirættindi, latin útróðrarbátum sambært § 26, nr. 3,” strikað. 10. Í § 41 verður sum stk. 7 sett: “Stk. 7. Brúksskyldan, sambært stk. 1 og 2, fevnir ikki um rættindi latin útróðrarbátum sambært § 27, nr. 3 og onnur rættindi latin hesum bátum, men er tó galdandi fyri rættindi keypt á uppboði sambært §§ 14-18.” 11. § 42, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Egin kvotupartur ella egin árskvota kann avhendast fyri eitt ár í senn ella endaliga til persón ella felag, ella eigara av fiskifari, sum lýkur treytirnar í §§ 5-7 og 9 og 10 eftir reglunum í hesi grein. Avhending kann bert fara fram, um rættindahavari, ið avhendir, fiskiárið frammanundan hevur havt egna árskvotu av fiskaslagnum, ið ætlanin er at avhenda sambært hesi grein, og hevur gagnnýtt í minsta lagi 60% av hesi kvotu. Endalig avhending er ikki loyvd í 2018. Móttakarin yvirtekur tað avhendað við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja av egna kvotupartinum ella egnu árskvotuni.” 12. Í § 43, stk. 1 og 2, 1. pkt. verður “§§ 6, 7, 9 og 10” broytt til: “§§ 5-7 og 9 og 10”. 13. Í § 49, stk. 1 verður “, gjørd upp 4. hvønn mánað fyri hvønn fiskiskap ella fiskaslag sær sama tíðarskeið,” strikað, og “skulu” verður broytt til: “skal”. 14. § 49, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum í stk. 1 og ásetir nærri reglur um, hvørji fiskasløg, fiskaúrdráttir ella fiskiskapur, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið, eru fevnd av kravinum sambært stk. 1.” 15. § 49, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Er veiða landað uttanlands í ósamsvari við stk. 1 og 2, skal eigarin av fiskifarinum rinda eitt gjald til landskassan, sum samsvarar við 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd uttanlands.” 16. Í § 50, stk. 1 verður 1. pkt. orðað soleiðis: “Í minsta lagi 25% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, gjørd upp fyri tíðarskeið, sum landsstýrismaðurin ásetir, skulu bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.” 17. § 50, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum í stk. 1 og áseta nærri reglur um, hvørji fiskasløg ella fiskaúrdráttir eru fevnd av kravinum sambært stk. 1.” 18. § 51, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.” 19. Í § 63, 1. pkt. verður aftan á “§ 51, stk. 1” sett: “og 2”. 20. Í § 75, stk. 1 verður sum nr. 19 sett: “19) 62°47'00"N, 07°12'00"W.” 21. Í § 76, stk. 1 verður 2. pkt. strikað. 22. Í § 79, stk. 3 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar í bólki 4 A og bólki 4 B til bólk 4 T.” 23. Í § 81, stk. 1, nr. 1 verður aftan á “§ 51, stk. 1” sett: “og 2”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 20. apríl 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 113/2017
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.