Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2007 Nr. 32

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 13. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Í býarskipanarnevndini sita 5 limir, valdir soleiðis: Landsstýrismaðurin velur 3 limir í nevndina, harímillum formannin, sum skal vera løgfrøðingur. 2 limir skulu vera byggikønir, harav Føroya Kommunufelag velur 1 og Kommunusamskipan Føroya 1.” 2) Í § 2 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann biðja býarskipanarnevndina um ummæli í sambandi við viðgerðina av uppskotum til býarskipanir og byggisamtyktir og broytingar í hesum. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri býarskipanarnevndina, har m.a. starvsøkið hjá nevndini verður nágreinað.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 30. apríl 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jacob Vestergaard (sign.) Lm. nr. 83/2006

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙