Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 32 23. apríl

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 29. desember 1998, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 29, nr. 13 verður orðað soleiðis: “13) Aldursviðbót eftir § 10, barnaviðbót eftir § 13, persónlig viðbót eftir § 14 og hjálpar- og røktarviðbót eftir § 16 í lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 um fólkapensión við seinni broytingum, avlamisviðbót eftir § 4, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, barnaviðbót eftir § 14, persónlig viðbót eftir § 15, avlamisveiting eftir § 16, stk. 1, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 16, stk. 2, avlamisískoyti eftir § 45, stk. 1 og hjálpar- og røktarviðbót eftir § 45, stk. 4 í lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 um avlamispensión við seinni broytingum og veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtir eftir § 13, stk. 2 og persónligt ískoyti eftir § 29, stk. 2 í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 um almenna forsorg við seinni broytingum og barnagjald og onnur serlig gjøld, sum verða útgoldin sambært løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. við seinni broytingum.” 2) § 29, nr. 16 verður strikað. 3) Eftir § 30 verður sett: “§ 30 a. Seljarar av fiskalivur skulu rinda eitt avgjald til landskassan uppá 25% av avrokningarvirðinum, sum keyparin dregur frá avrokningarvirðinum og rindar Toll- og Skattstovu Føroya saman við MVG-avrokningini hjá virkinum. Stk. 2. Inntøkur av fiskalivurslandingum, sum eru avroknaðar sambært stk. 1, skulu ikki teljast við í skattskyldugu inntøkuni hjá seljara. Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi, tá keypt verður frá persóni ella felag, sum er MVG-skrásett. Vanligu reglurnar í hesi lóg eru tá galdandi. Tó er henda regla ikki galdandi fyri mvg-skrásett fiskifør. Stk. 4. Somu reglur, sum eru galdandi fyri innkrevjing og panting v.m. av meirvirðisgjaldi, eru eisini galdandi fyri innkrevjing og panting v.m. av avgjaldinum sambært hesi grein.”

§ 2 Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. § 1, nr. 3 kemur tó í gildi 1. apríl 1999 og fer úr gildi…

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. § 1, nr. 3 kemur tó í gildi 1. apríl 1999 og fer úr gildi 1. januar 2002. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙