Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2007 Nr. 31

Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í lov for Færøerne um offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 fra 2. marts 1988 om…

Í lov for Færøerne um offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 fra 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 23. november 2006, verða gjørdar hesar broytingar: Aftaná § 32 d verður í kapittul 3 sett: “Serlig bútilboð

§ 32 e Til persónar við víttfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella…

Til persónar við víttfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað, kann landsstýrismaðurin skipa ella góðkenna serlig bútilboð. Stk. 2. Serlig bútilboð kunnu skipast í samstarvi við sjálvbodnar felagsskapir. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um rakstur av serligum bútilboðum, herundir reglur um upptøku og gjald fyri uppihaldi.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2008. Tórshavn, 30. apríl 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 72/2006

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙