Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. mai 2008 Nr. 31
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um manning av skipum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 5, stk. 4, 2. pkt. verður strikað. 2) § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð gjald fyri útgávu og endurnýggjan av vinnubrøvum og viðurkenningarprógvum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 19. mai 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Tórbjørn Jacobsen (sign.) Lm. nr. 143/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.