Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. januar 2001 Nr. 3

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a, verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2 verður orðað soleiðis: ”§ 2. Pensjónir eftir hesi lóg eru: 1) fólkapensjón, 2) hægsta fyritíðarpensjón, 3) miðal fyritíðarpensjón, 4) lægsta fyritíðarpensjón 5) veitingar eftir kap. 11 og 6) avlamisveiting. Stk. 2 Allar pensjónir sambært § 4 og §§ 6-8 eru settar saman við eini grundupphædd og eini viðbót. Afturat pensjónunum sambært § 6 og § 7, verður veitt ein avlamisviðbót. Stk. 3. Afturat pensjónini kunnu eftir reglunum í kapittul 4 verða veittar hesar viðbøtur: 1) barnaviðbót, 2) hjálparviðbót, 3) røktarviðbót og 4) persónlig viðbót. Stk. 4. Barnaviðbót og persónlig viðbót kunnu ikki tillutast teimum, sum fáa avlamisveiting sambært stk. 1, nr. 6.” 2. Aftaná § 8 verður sett: ”§ 8 a. Avlamisveiting kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, sum vegna inntøku ikki kunnu fáa pensjón eftir dømingini sambært § 9, tá avlamni læknaliga mett er so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensjón sambært §§ 6 og 7, nr. 1 og 2, um teir ikki høvdu arbeiði. Stk. 2. Avlamisveiting kann eisini tillutast persónum, sum vegna álvarsamar hoyriskaðar hava stórar samskiftistrupulleikar.” 3. § 10, stk. 2, verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Til hvønn pensjónist verður veitt ein barnaviðbót fyri hvørt barnið.” 4. § 10, stk. 4, verður orðað soleiðis: ”Stk. 4. Barnaviðbót verður ikki veitt, um barnið er uppihildið uttan fyri heimið eftir forsorgar- ella barnaforsorgarlóggávuni.” 5. Í § 11 verður aftaná stk. 3 sum nýtt stk.4 sett: ”Stk. 4. Persónar, sum fáa avlamisveiting, hava eisini rætt til hjálpar- og røktarviðbót eftir reglunum í stk. 1-3.” 6. § 18, stk. 2, verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón og viðbøturnar verða útroknaðar eftir inntøku sambært reglunum í § 19.” 7. Í § 18 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. 3 sett: ”Stk. 3. Avlamis-, barna-, hjálpar- og røktarviðbótin og avlamisveitingin verða ikki útroknaðar eftir inntøku.” 8. § 19, stk. 2 1. og 3. pkt, verður orðað soleiðis: ”2. pkt. Viðbótin til fyritíðarpensjón verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagi pensjónistsins sambært § 20. 3. pkt. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón verður lækkað á sama hátt og í framhaldi av veitingunum eftir stk. 2.” 9. § 19, stk. 2 2. pkt., verður orðað soleiðis: ”Skiftisupphæddin til fyritíðar- pensjónistar sambært § 7, stk. 2, í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum verður lækkað á sama hátt í framhaldi av viðbótini.” 10. Í § 24, stk. 1, verður aftaná ”fyritíðarpensjón” sett: ”ella avlamisveiting”. 11. § 24, stk. 2, verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Pensjón eftir § 6, § 7, nr. 1 og 2, og § 8a kann hvørki takast aftur ella broytast til hægri ella lægri pensjón aftaná fylta 60. árið.” 12. Í § 25, stk. 3, nr. 2, verður aftaná ”§ 8, nr. 1” sett: ”§ 8 a”. 13. Í § 26, stk. 1, verður aftaná ”fyritíðarpensjón” sett: ”ella avlamisveiting”. 14. Í § 26, stk. 2, verður aftaná ”fyritíðarpensjón” sett: “ella avlamisveiting”. 15. § 30, stk. 5, verður orðað soleiðis: ”Stk. 5. Almannastovan sendir umsóknina um pensjón eftir § 6, § 7, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8 a við tilráðing víðari til Vanlukkutryggingarráðið. Við umsóknini og tilráðingini frá Almannastovuni skulu fylgja neyðugar upplýsingar og skjalprógv.” 16. § 32, stk. 1, verður orðað soleiðis: ”Pensjón eftir § 6, § 7, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8a verður útgoldin frá tí degi, sum er uppgivin í avgerðini hjá Vanlukkutryggingarráðnum ella Den Sociale Ankestyrelse.” 17. § 37, stk. 1, verður orðað soleiðis: ”Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð um tillutan, broyting og afturtøku av pensjón eftir § 6, § 7, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8 a, og viðbótum eftir § 11, umframt nær treytirnar fyri tillutan, broyting og afturtøku eru loknar.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001. Stk. 2. Persónar millum 18 og 67 ár, sum fingu játtað avlamisveiting eftir lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 ”for Færøerne om invalidpension m.v.” sbr. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum, varðveita rættin til hesa eftir § 8a í hesi lóg. Tórshavn, 25. januar 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙