Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. mai 2008 Nr. 29
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 35 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Fiskifør og fiskaflutningsfør hava skyldu at hava umborð leytara til nýtslu, tá Fiskiveiðieftirlitið ynskir at koma umborð. Leytarin skal lúka somu treytir, sum regluverkið hjá Skipaeftirlitinum setur til loðsleytarar.” Stk. 2-4 verða hereftir stk. 3-5. 2) Í § 40, stk. 1, nr. 3 verður aftaná “§ 24, stk. 2,” sett: “§ 35, stk. 2,”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 19. mai 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Tórbjørn Jacobsen (sign.) Lm. nr. 152/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.