Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. mai 2004 Nr. 29

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002,…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Tað tíðarskeið, løntakari er í barsilsfarloyvi eftir §§ 1 og 2, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð, tá starvsaldur skal roknast”. 2) § 9, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “§ 9. Kvinna, sum hevur A-inntøku, og sum fer frá arbeiði orsakað av viðgongu ella barnsburði, hevur rætt til barsilspening frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð”. 3) § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 13. Barsilspeningur er 100% av útrokningargrundarlagnum smbrt. § 12 tó soleiðis, at barsilspeningur ikki kann verða meira enn kr. 25.000 um mánaðin.” 4) Aftan á § 14 verður sett: “§ 14 a. Løntakara, sum fær barsilspening frá barsilsskipanini, verður rindað frítíðarløn. Stk. 2. Áðrenn barsilspeningur verður útgoldin, verður upphæddin eftir § 13 býtt við 1,12. Upphæddin, sum verður útroknað eftir 1. pkt., verður rindað løntakaranum, meðan munurin millum upphæddina eftir § 13 og upphæddina, útroknað eftir pkt. 1, verður rindað sum frítíðarløn eftir frítíðarlógini.” 5) § 15, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Í tann mun, barsilspeningur eftir stk. 1 røkkur, verður útgoldið fyri rindaðar A-inntøkur, umframt fyri lógaráløgd arbeiðsmarknaðargjøld, ið arbeiðsgevarin rindar í sambandi við farloyvistíðarskeiðið. Rindað verður tó ikki fyri frítíð við løn og frítíðarískoyti, sum løntakarin í barsilsfarloyvistíðini vinnur rætt til eftir frítíðarlógini. Rinda fleiri arbeiðsgevarar løn til sama persón, sum er í barsilsfarloyvi, og røkkur barsilspeningur ikki til fult endurgjald, verður endurgjaldið til hvønn teirra skert eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur”. 6) Aftan á § 15 verður sett: “§ 15 a. Øllum stovnum, sum eru á fíggjarløgtingslógini við rakstrarjáttan, løgujáttan, landsfyritøkum og almennum grunnum, umframt teimum stovnum, ið koma undir málsræðið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at áseta lønar- og setanartreytir, verður veittur barsilspeningur eftir § 15, stk. 1, um starvsfólk verður sett í staðin fyri tann, ið fer í barsilsfarloyvi. Stovnurin fær tó í mesta lagi endurgoldið tað, sum tann, ið er í farloyvi, fær goldið í løn. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í vinnumálum ásetur nærri umsitingarligar reglur, herundir um freistir fyri at lata inn umsóknir.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2004

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2004. Stk. 2. Henda løgtingslóg verður ikki nýtt í førum, tá løntakarin er farin í barsilsfarloyvi áðrenn 1. juni 2004, um løntakarin hevði havt rætt til barisilspening, tá hann fór í barsilsfarloyvi. Tórshavn, 19. mai 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 66/20041) 1) Kunngjørt við galnum numari. Har eigur at standa Lm. nr. 66/2003.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙