Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. mars 2022 Nr. 29

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

(Longt tíðarskeið, perssónsskari til sjálvbodna trygging, dagpeningur í sambandi við framskundaða pensjón og útsetta pensjón o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 146 frá 15. november 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3 verður aftan á stk. 4 sum nýtt stk. sett: “Stk. 5. Persónur, sum lýkur treytirnar í § 25, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, hevur ikki rætt til dagpening vegna sjúku.” Stk. 5 verður eftir hetta stk. 6. 2. § 4 verður orðað soleiðis: “§ 4. Rætt til dagpening hevur persónur frá tí degi, hann er fyltur 16 ár. Hesin rættur dettur burtur frá 1. í mánaðinum eftir, at viðkomandi hevur móttikið fólkapensjón ella hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón við eini upphædd svarandi til hægstu fyritíðarpensjón.” 3. Í § 5 verða sum stk. 3 og 4 sett: “Stk. 3. Um tað verður mett ósannlíkt, at persónur í fólkapensjónsaldri, sum ikki móttekur fólkapensjón, hevur endurvunnið fult arbeiðsføri, áðrenn freistina sambært § 12, stk. 2, steðgar veiting sambært hesi løgtingslóg beinanvegin. Stk. 4. Metingin sambært stk. 3 verður gjørd við støði í eini læknaligari meting. Metingin verður gjørd í sambandi við játtan og síðani hvørja 8. viku, so leingi viðkomandi fær dagpening vegna sjúku.” 4. § 12 verður orðað soleiðis: “§ 12. Útgjaldingin av dagpeningi heldur uppat, tá móttakarin aftur er arbeiðsførur, uttan mun til, um hann fer í vinnu aftur ella ikki. Stk. 2. Dagpeningur verður í mesta lagi veittur í 52 vikur í einum 18 mánaða skeiði. Stk. 3. Hóast stk. 2 kann dagpeningur verða veittur longur enn 52 vikur í einum 18 mánaða skeiði í hesum málum: 1) tá persónur hevur álvarsliga ella lívshættisliga sjúku ella hevur verið fyri skaðatilburði, har tað ikki ber til at siga, um viðkomandi verður varandi sjúkur ella aftur vinnur sær arbeiðsføri, 2) tá persónur í sambandi við álvarsliga sjúku ella skaða er í viðgerð, og har tað er sannlíkt, at viðkomandi aftur vinnur fult arbeiðsføri, ella 3) tá talan er um mál um arbeiðsskaða, sum er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, og sum verður viðgjørt eftir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða. Stk. 4. Dagpeningur veittur sambært stk. 3, nr. 3, kann í mesta lagi verða veittur í 2 ár. Stk. 5. Stk. 3 fevnir ikki um persón í fólkapensjónsaldri.” 5. § 14 a verður orðað soleiðis: “§ 14 a. Stjóri í felag kann tryggja sær dagpening sambært hesi løgtingslóg frá 1. fráverudegi. Stk. 2. Stjóri í felag kemur undir stk. 1, um: 1) felagið hevur avmarkaða ábyrgd fyri eigaran í felagnum, 2) stjórin burturav ella í mestan mun hevur sína inntøku frá felagnum, 3) samlaða lønarútreiðslan hjá felagnum seinast álíknaða inntøkuár í mesta lagi er 390 ferðir hægstu dagpeningaveiting um vikuna, og 4) stjórin ikki á annan hátt hevur rætt til løn undir sjúku.” 6. Í § 15, stk. 1 verður “egnum” strikað. 7. Í § 19 a verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Tá persónur móttekur dagpening sambært § 12, stk. 3, nr. 1 og 2 longur enn 52 vikur, skal Almannaverkið regluliga meta um útlitini fyri, at viðkomandi aftur fær tilknýti til arbeiðsmarknaðin, ella um viðkomandi skal flyta til aðra almannaveiting ella fyriskipan.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2022

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2022. Stk. 2. Persónur, ið móttekur dagpening vegna sjúku, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, er fevndur av hesi løgtingslógini. Stk. 3. Persónur, ið móttekur dagpening vegna sjúku, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, og sum samstundis lýkur treytirnar í § 25, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, er ikki fevndur av stk. 2. Í Tinganesi, 11. mars 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 56/2021

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙